Privata tunnilsfelagið er lagt við kai
Privata tunnilsfelagið, sum upprunaliga ætlaði at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, er ikki virkið í løtuni.
Men tað merkir ikki, at tað er avtikið.
- Vit eru til enn, staðfestir Ingi Højgaard, formaður í felagnum.
Men hann ásannar eisini, at tað er ikki nógv virksemi í felagnum.
- Vit liggja við kai, sum hann málber seg.
Og so vil tíðin vísa, um vit loysa frá landi aftur, um so er, at umstøðurnar tala fyri tí, leggur hann afturat.
Vit bíða eftir landsstýrinum, sigur formaðurin í tunnilsfelagnum.
Hann sigur, at tað, tey bíða eftir, er, at landsstýrið tekur støðu í málinum og ger greitt, hvat tað ætlar í hesum sambandi.
- Tað nyttar ikki hjá okkum at arbeiða víðari við málinum, vissi landsstýrið kortini tekur støðu til, at verkætlanin skal vera almenn.
- Men vit lodda dýpið alla tíðina og kanna eftir, hvørjir møguleikar eru, sigur hann.
Ingi Højgaard hevur ikki lisið nýggju kanningina, sum varð kunngjørd í farnu viku og sum vísir, at skal eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin, verður hann minst 40% dýrari enn vissi tað almenna byggir hann.
Tað verður eisini tilsvarandi dýrari at koyra ígjøgnum hann.
Av tí sama fær hann ikki gjørt ítøkiligar viðmerkingar til kanningina.
Men hann ásannar kortini, at skal tunnilin verða ein privat verkætlan, er væl trúligt, at hann verður eitt sindur dýrari, tí fíggingin verður eitt sindur dýrari.
- Men at hann skal verða heili 40% dýrair ljóðar rættiliga ógvusligt, leggur hann afturat. Hinvegin er ført fram, at fyrimunurin við eini privatari ætlan, er, at landskassin sleppur undan allari ábyrgd og øllum vága.
Tey, sum sita í nevndini í privata tunnilsfelagnum, eru Ingi Højgaard, Símun Johannesen, Magnus Rasmussen, Beinta Olsen, Bergur í Garði og Artur Johansen.









