Tað er nú avgjørt, at tað verður eitt privat felag, sum skal byggja og reka eitt nýtt havrannsóknarskip fyri landið ístaðin fyri Magnus Heinason, sum er uppslitin
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Hann fer nú at leita eftir einum privatum felagi, sum hevur áhugað í at byggja og reka skipið og ætlanini er, at tá ið tað er liðugt, skal landið leiga tað til havrannsóknir ávísar tíðir á árinum.
Avlopstíðina kann eigarin so brúka skipið til annað endamál, sum eisini fer at útvega honum inntøkur.
Samgongan væntar, at tað fer at kosta 12 milliónir um árið at leiga eitt privat havrannsóknarskip.
Men tað tíðina, landið leigar skipið, kann landið so eisini útvega sær eyka inntøku við at leiga skipið til útlendskar granskingarstovnar.
Tað kann geva Havstovuni eina eyka inntøku upp á 1,8 3,0 milliónir um árið.
- Hetta skuldi lætt um raksturin av nýggja havrannsóknarskipinum, samstundis sum tað styrkir granskingarførleikin á Havstovuni, sigur samgongan.
Jacob Verstegaard sigur, at endamálið er, at hetta skal gera havrannsóknirnar hjá landinum væl bíligari, enn tær høvdu verið, skuldi landið sjálvt bygt og rikið eitt havrannsóknarskip.
Ætlanin er at taka nýggja havrannsóknarskipið í nýtslu í 2016 og tað merkir, at landsstýrismaðurin fer beinanvegin at kanna, um áhugið er hjá privatum at fara undir eina verkætlan, sum hesa.
Samstundis fer hann at leggja uppskot fyri tingið um at geva honum heimild at gera avtalu við ein privatan veitara um at leiga havrannsóknarskip.









