Í dag klokkan 17 skipar Kunningarstovan í Nólsoy fyri gongutúri út í Korndal, har frásøgufólk fer at greiða frá um skotsku prinsessuna, sum setti búgv har. Toftirnar eftir fyrstu búsetingini í Nólsoy síggjast enn, og í einari av hesum toftunum búði einaferð ein skotsk prinsessa og maki hennara. Tey bæði vóru flýdd úr Skotlandi, tí tey vórðu vorðin góð, men kongurin hevði lovað prinsessuna burtur til ríkan mann.
Tey bæði flýddu og endaðu í Nólsoy, har tey fingu ein son. Pápin fann tey tó, og hvussu tað møtið endaði verður sagt frá á túrinum.
Eisini verður sagt frá hendingini, tá sjórænarar herjaðu í Føroyum og eisini Nólsoy. Ein gomul kona orkaði ikki at rýma undan, og varð funnin av einum sjórænara. Tá hann skuldi kanna eftir, hvat var í kistuni hjá gomlu konuni, smekkaði hon lokið í høvdið á honum so hann misti vitið eina løtu.
Konan tók til rýmingar, men varnaðist ikki, at hon hevði mist nuað úr troyggjuni, hon bant. Tað var tí bert hjá sjórænaranum at fylgja tráðnum, og harvið finna fram til gomlu konuna.
Hvussu tað spældi av, verður eisini greitt frá á túrinum.
Tilmelding fer fram á Kunningarstovuni áðrenn klokkan 17, tá farið verður til gongu. Kostnaðurin er 30 krónur. Um so er, at foreldur ynskja at fara við børnum sínum, so ber tað sjálvandi eisini til. Ommur og abbar eru eisini vælkomin, sigur Kathrina í Geil av Kunningarstovuni í Nólsoy.