Mary Krúnprinsessa hevur umsíðir víst fram nýføddu prinsessuna. Sveipað í heklað teppið og ílatin ein lítla húgvu svav prinsessan seg gjøgnum myndatól og spurningar frá tíðindafólkunum.
- Tað var lættari fyrstu ferð, sjálvt um eingin føðing er eins, segði krúnprinsessan um føðinginga. Hon segði eisini, at stóribeiggi, Kristian, er sera fegin um at hava fingið eina lítlasystir ? og hann dugir at siga ?baby?.
Fleiri hundrað fólk vóru komin saman við Ríkissjúkrahúsið, har tey veittraðu við Dannebrogfløggum, tá lítla familjan fór av sjúkrahúsinum efti reyða teppinum.
Tá Kristian prinsur varð koyrdur heim av sjúkrahúsinum á sinni var tað krúnprinsurin sjálvur, sum koyrdi bilin, men hesaferð var tað Krone 8 við førara, sum koyrdið kongaliga húskið til hús.
Tann lítla prinsessan vigaði 3350 og var 50 cm til lngdar, tá hon varð fødd leygardagin kl 16:02










