Tá ið forsetavalið í FIFA varð hildið fyri fimm døgum síðani valdi Ali bin al Hussein, ella bara Prins Ali, at trekkja seg frá valinum, tá ið hann sá, at Sepp Blatter hevði greiða yvirvág í tali av atkvøðum. Nú er støðan sum kunnugt ein nýggj aftaná, at Sepp Blatter heldur brádliga legði frá sær í gjár orsakað av ákærum um mutur.
Tískil er tað ein sjálvfylgja, at ein nýggjur forseti skal finnast. Fótbóltssambandið í Jordan vónar, at Prins Ali kann átaka sær forsetaleiklutin uttan eitt nýval.
- Vit kanna, um tað er løgfrøðiliga møguligt, at Prins Ali verður forseti umgangandi, sigur Salah Sabra, ið er varðaforseti í fótbóltssambandinum hjá Jordan.
Nú er tað so upp til løgrfrøðingar at kanna, um neyðugt verður við nývali í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, ella um Prins Ali kann blíva forseti beinanvegin.