Fiskapylsan frá PrimaFisk hevur nú verið á marknaðinum í fleiri ár og er vælumtókt sum viðskeri, ikki minst til matpakkar.
Fiskapylsan er eisini væl við sum døgurðamatur, og hvíta fiskapylsan eins væl og karrypylsan, ið nú eisini fæst sum døgurðapylsa, egnar seg væl skorin í búffar og stokt. Pylsan kann eisini skerast í bitar at lata niður í suppu, ella sum “bollar í karry”.
Í dag eru seks ymiskar pylsur á marknaðinum, døgurðapylsurnar eru 500 g. og verða mest brúktar til at skera niður á pannuna. Síðan er fiskapylsan, fiskapylsa við karry og fiskapylsa v/grønmeti. Til viðskera eru pylsurnar 180 g., og har eru fýra pylsur at velja ímillum.
Stjórin í PrimaFisk, Jan E. Petersen, sigur, at fiskafrikadellu-búffar eru at fáa í bakkum á køl.
- Hetta er gjørt í samstarvi við Krás, har fiskabúffar verða pakkaðir, men hesir búffar kunnu eisini fáast á frost til eitt nú stórkøkar, proviantering og annað sum stórkeyp.
Í mai í ár verður PrimaFisk 10 ár, og eru vørurnar hjá fyritøkuni við at fáa sítt fasta pláss í føroyska húsarhaldinum og í kantinum kring landið.
Jan sigur, at vøruúrvalið er víðkað hesi árini og hava fólk tikið vøruna til sín, bæði sum viðskera, til matpakkar og sum døgurðarætt.
- Vøran hjá okkum fæst so at siga í øllum handlum kring landið, og nú kunnu føroyingar í Danmark eisini lættari fáa hendur á fiskapylsunum, sum frá 1. mars verða at fáa í nýggja matar-og sølustaðnum UP Wonder á Oyrasundskollegiinum, sigur Jan E. Petersen.









