Tær ferðirnar, bólturin skifti millum leikararnar tíggju ferðir, uttan at onkur tveitti hann burtur áðrenn, kundu teljast á einari hond á Svangaskarði. Ikki fyrr enn seinni hálvleikur var hálvrunnin og ruddiliga tað, fekk NSÍ hampiligt skil á spælið, men hjá EB/Streymi eydnaðist tað ongantíð.
Sundalagsmenn vóru rætt og slætt ov ótolnir, óskipaðir og ódisiplineraðir fyri at fáa nakaður sum helst burturúr.
NSÍ spældi á ongan hátt dreymafótbólt. Men tá tað so endiliga kom glið á spælið, so skaptu runavíkingar eina rúgvu av kjansum, sum teir so annaðhvørt skutu langt framvið – ella René Tórgarð stjórbjargaði.
René í hopla
Taka vit málverjan fyrst, so spældi hann av sonnum ein frálíkan dyst. René Tórgarð er fyri kortum vorðin 34 ára gamal. Hann hevur javnan verið partur av landsliðshópinum seinastu mongu árini, fyri tað mesta sum eykamálverji – men tríggjar ferðir hava boð verið eftir honum millum stengurnar.
Kappingin um plássini sum málverjar á landsliðnum er hørð. Gunnar verður ikki tikin millum stengurnar, men liðið skal hava ein eykamálverja. Har hava teir báðir HB-málverjarnir verið næsta valið, men tað er ein sannroynd, at Hans Jørgensen hevur ikki spælt regluliga á besta liðnum hjá HB í ár, samstundis sum Teitur Gestsson ikki var serliga sannførandi í móti KÍ hetta umfarið.
Uttan at siga, at René hevur uppiborið at verða úttikin til landsliðið, so fara vit at loyva okkum at staðfesta, at hansara avrik hetta umfari var munandi meiri sannførandi enn tað, Teitur og Hans vístu.
Í fleiri umførum stórbjargaði René Tórgarð – og minst tvær ferðir var hann púra einsamallur við einum mótstøðumanni, men í báðum førum fekk hann vart væl fyri.
- René stóð øgiliga, høvdu fleiri hildið sama støði sum hann, so hevði tað øðrvísi út hjá okkum, ljóðaði niðurstøðan hjá Rúna Nolsøe, venjara hjá EB/Streymi eftir dystin. Heimasíðan hjá EB/Streymi nevnir avrikið hjá René sum tað einasta positiva, ið kundi sigast um dystin sæð við EB/Streymabrillum. Kortini mugu tey eisini har turrisliga staðfesta, at ”... hóast vit áttu besta mannin á vøllinum, so var tað ikki nóg mikið”.
Vánaligt spæl
Tað gekk annars rímiliga lang tíð, áðrenn René fekk nakað at síggja til. Tá spældir vóru 33 minuttir royndi NSÍ seg fyri fyrstu ferð, tá Andy Olsen brendi eitt skot beint uppum málið. Undan hesum hevði EB/Streymur havt ein kjans, men annars hevði 1. hálvleikur akkurát einki at bjóða uppá.
Tað var snøgt lítið hugaligt at hyggja eftir fótbólti á Svangaskarði – hetta líkamikið um tú helt við NSÍ ella EB/Streymi. Dysturin var illa leiktur. Einki hekk saman og fáir málmøguleikar vóru. Tað var støðan bæði undan og eftir steðgin. Ikki fyrr enn tað restaði eitt stórt korter, fekk NSÍ skipað spælið nøkunlunda. Heimaliðið, sum loksins fekk nakrar avleveringar at hanga saman, soleiðis at tað bar til at flyta bóltin runt eitt lítið sindur og uppbyggja nøkur álop.
NSÍ fekk á henda hátt spælt seg fram til fleiri vandamiklar royndir, men tá René Tórgarð ikki vardi fyri og stongin ikki bjargaði sundalagsmonnum, so vóru Klæmint, Magnus, Andy, Haraldur og hinir, sum annars royndu seg, ov óneyvir.
Hornaspark avgjørdi
Sjálvt málið í dystinum kom eftir eitt av mongu hornaspørkunum, sum NSÍ vann sær gjøgnum dystin. Seinni hálvleikur byrjaði við, at NSÍ fekk trý av slagnum á rað, men tá spurdist einki burturúr. Øðrvísi var, tá 65 minuttir vóru spældir. Árni Frederiksberg tók stutt til innskifta Jann Martin Mortensen, sum legði aftur til Árna, ið høgdi til, so bólturin ferðaðist hart og neyvt upp í handara málhorn. Hetta var ikki nakað prik frá eini vespu, men ein perla frá einum evnaríkum ungum manni!
Gunnar góður
Málið, sigurin og stigini eru ein staðfesting av, at NSÍ hevur fingið nýtt flog undir Heðini Askham. Hann kann nú halda landskappingarsteðg, har teir hóskandi kundu vant eitt sindur av skotvenjing, tí annars sær tað rímiliga gott út hjá runavíkingum.
Hinvegin hevur Rúni Nolsøe fingið okkurt at hugsa um. Hann skal spæla steypafinalu leygardagin, men veit ikki, um Arnbjørn Hansen verður tøkur. Hann fekk ein vøddaskaða í læri í landsdystinum móti Íslandi – og tað kemur ógvuliga illa við.
Verður Arnbjørn ikki klárur, so byrjar Gunnar Zachariassen inni saman við Leif Niclasen og Hans Paula Samuelsen á fremstu plássunum. Soleiðis sum hann spældi í gjár, so tóktist hann ógvuliga vælupplagdur. Hann besti maðurin hjá EB/Streymi aftaná René Tórgarð. Eingin ivi er um, at maðurin hevur góð evni, men tíverri fyri Gunnar sjálvan og EB/Streym, so hevur hann alt ov ofta í ár víst ein ógvuliga keðiliga hugburð á vøllinum, har hann ikki tykist vera sinnaður at stríðast og bretta upp ermar, men heldur velur at munnhøggast og rópa eftir sínum liðfeløgum.
Í gjár var øðrvísi – og í gjár spældi Gunnar eisini ein av sínum góðu dystum fyri EB/Streym. Tað vóna tey í Sundalagnum eisini verður galdandi leygardagin, tí í eini steypafinalu vinnur tú einki uttan tógvi stríð, serliga ikki tá mótstøðuliðið eitur Víkingur og venjarin er Sigfríður Clementsen.
rolant@sosialurin.fo
…....................
+
At vísa kenslur. Árni Frederiksberg jublaði saman við liðfeløgunum, tá hann skoraði. Tað er munandi stuttligari enn føroysku Balotelli-typurnar, sum hava misskilt okkurt grundleggjandi og ikki kunnu jubla
-
Tað er ógvuliga hugstoytt at vera til fótbólt og seinasti triðingurin av landskappingini verður spældur, og menn rætt og slætt ikki kunnu fáa tíggju avleveringar at hanga saman, uttan at tveita bóltin burtur
…...................
STUBBAR
Hansen-brøðurnir
Brøðurnir Gert Åge og Arnbjørn Theodor sótu báðir uttanfyri sunnudagin. Gert við leikbanni eftir at hava sæð gult fimm ferðir í ár, og Arnbjørn við vøddaskaða, sum hann fekk í Íslandi
Svangaskarð
Alt bendir á, at NSÍ hevur spælt seinasta dystin á Toftum í ár, tí sum skilst verður vøllurin við Løkin í Runavík lagdur á í komandi viku
…....................
Kristian Joensen: 3
Gjørdi tað, sum ein málverji skal og helt málið reint. Hevði ikki nógv at gera gjøgnum dystin og var sjáldan hóttur
Jónhard Frederiksberg: 3
Er klókur, royndur og tekur næstan altíð røttu avgerðirnar. Soleiðis var eisini í gjár, men tað var kortini ikki altíð, at hann hevði takið á Gunnari
Andras Brixen Vágsheyg: 4
Spældi fjórða dystin í miðverjuni hjá NSÍ og helt málið reint fyri fyrstu ferð. Eitt fínt avrik frá unga manninum
Jens Joensen: 4
Spældi ein fínan dyst. Vann saman við Andrasi tað, sum skuldi vinnast í luftini, men tá hesir dystir skuldu takast við Leif, Hans Paula og Gunnar, so var tað ikki so trupult. Var eisini tryggur á jørðini.
Einar Tróndargjógv: 3
Er ógvuliga sterkur og stinnur, men kom ikki serliga væl í gjøgnum í vinstru, sum vit annars eru von við – bæði tá tað kemur til innlegg og skot úti frá
Andy Olsen: 3 (út 82.)
Spældi ein miðal dyst, har hann var ógvuliga sjónligur viðhvørt, fyri so at fella púrasta burtur ímillum aðrar løtur.
Karl Løkin: 4
Helst besti maðurin hjá NSÍ. Karl gekk á odda, arbeiddi væl bæði aftureftir og frameftir vøllinum, og dugdi eisini væl at flyta bóltin runt.
Magnus H. Olsen: 3
Spældi ein miðal dyst, men sprellaði veruliga viðhvørt. Hevði eina naska frísparksroynd, eina freka fríspæling og misnýtti ein stóran møguleika eftir hornaspark
Pól Jóhannus Justinussen: 2 (út 60.)
Spældi í vinstra borði á miðvøllinum, tóktist tungur og líktist ikki einum landsliðsleikara, men helst var tað júst landsdysturin, sum sat í beinunum og nervaði.
Árni Frederiksberg: 3 (út 76.)
Gjørdi eina perlu av einum máli, men var annars ikki heilt so sjónligur. Spældi landsdyst við U21 og tískil var orkan helst uppi, tá hann fór út.
Klæmint Olsen: 4
Var mest sjónligi maðurin hjá NSÍ og var við í so at siga hvørjum einasta álopið, men er kortini ikki so skarpur sum onkuntíð fyrr
Jann Martin Mortensen: 4 (inn 60.)
Kom væl inn í dystin beinanvegin, var lívligur og við í nógvum – bæði í málinum og øðrum stórum kjansum.
Sjúrður Jacobsen: 3 (inn 76.)
Kom inn fyri at skapa ró og tryggleika og royndi maðurin loysti í so máta sín setning væl
Haraldur R. Højgaard (inn 82.)
Var rímiliga sjónligur og brendi onkran stóran kjans, men var ov stutt á vøllinum til at geva ein meting.
…........
René Tórgarð: 5
Var besti maðurin á vøllinum. Hevði tað ikki verið fyri hansara mongu bjargingar, so hevði talan verið um skrædl.
Dánjal Davidsen: 2
Varð fluttur út á høgra bakk, har hann ikki kostaði sum so, men heldur ikki gjørdi nógv annað enn at rudda burtur. Vantar dystarvenjing.
Egil á Bø: 4
Var aftur at síggja í miðverjuni. Spardi seg absolutt ikki í nærdystunum og var eisini ein lítil hóttan, tá hann móti dystarenda varð fluttur fram í álopið.
Marni Djurhuus: 3
Spældi ein miðal dyst uttan at imponera, men sá sum heild tryggari út, nú hann hevði Egil á Bø við sína lið aftur.
Rógvi E. Nielsen: 3
Spældi ein miðal dyst. Í verjupartinum var avrikið fínt, men frameftir hevði hann ikki nógv at bjóða uppá.
Levi Hanssen: 2
Hevði ein av sínum fáu vánaligu døgum á einum vølli. Levi royndi at stríðast, men tað var lítið, ið riggaði hjá annars dugnaliga og ídna bóltspælaranum
Pætur Dam Jacobsen: 3
Stríddist sítt vanliga stríð og vann fleiri nærdystir, men var ikki so væl við í framrættaða spælinum sum ofta áður
Arnar Dam: 3 (út 77)
Eitt miðal avrik hjá Arnar, sum annars hevur verið rættiliga sannførandi á miðvøllinum, eftir at hann varð umskúlaður úr álopinum.
Hans Pauli Samuelsen: 2
Tað er frameftir vøllinum, at liðformaðurin hjá EB/Streymi prógvar sítt virði, men tá tað ikki riggar, so hevur hann ikki nógv at bjóða uppá. Soleiðis var í gjár.
Leif Niclasen: 3 (68. út)
Var ikki sjónligur, men mong undraðust kortini, tá hann varð tikin av vøllinum, tí mangan hevur hann avgjørt dystir, har einki hevur verið at sæð til hann annars.
Gunnar Zachariassen: 4
Var við frá byrjan aftur og spældi ein frálíkan dyst, har hann sum tann einasti megnaði at hótta og skapa kjansir.
Niels Pauli B. Danielsen (77. inn)
Fekk eitt gott korter á vøllinum og tað var lítið, vit sóu til mannin. Samunumtikið tó ov stutt til at meta um hansara avrik
Brian Olsen: 2 (68. inn)
Tað er trupult at koma inn í einum slíkum dysti, og tað sást eisini hjá Briani, sum ikki gjørdi nakran mun, tá hann kom inn.
….............
Ber til at tapa við Egil
So máttu sundalagsfólk eisini ásanna tað, at tað ber til at tapa dystir, tá Egil á Bø er við. Annars hevði 39 ára gamli miðverjin spælt sjey landskappingardystir í ár, har EB/Streymur ikki hevði tapt ein einasta av teimum.
Tað var tá hann kom aftur á vøllin, at EB/Streymur fekk skútuna á rætta kós aftur í ár fyrr í ár. Teir dystirnar, EB/Streymur síðani hevur tapt, var, tá Egil ikki var við. Hetta varð tó broytt í gjár, tá EB/Streymur loksins tapti við honum á liðnum.
Gert hevði leikbann og tískil var neyðugt, at fáa ein mann inn – og tað var Egil. Hetta er einki ónatúrligt, men tað passar neyvan illa, at Egil soleiðis kemur inn og fær ein heilan dyst í beinini, áðrenn steypafinaluna leygardagin.
Ikki tí, Egil sær ikki út til at vera í ringum formi, tí móti dystarenda var tað hann – 39 ára gamla miðverjan – sum EB/Streymur tveitti niðan í álopið, har hann eisini megnaði at skapa órógv og onkran hálvan kjans. Egil hevur spælt mangan dystin í álopinum fyrr, millum annað fyri NSÍ, men tað var fyri 19 árum síðani í 1995.