Presturin í Hvalba skal prædika á ólavsøku í ár

Tað verður Jens Mortan Mortensen, sum skal prædika á ólavsøku í ár

Tað verður Jens Mortan Mortensen, prestur í Hvalba, sum skal halda ólavsøkuprædikuna í ár. Tað kunnger biskupur í dag.

Tað er ein føst skipan fyri, hvør presturin skal prædika á ólavsøku. Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum ið ikki hevur prædikað á ólavsøku áður, ið prædikar ólavsøkudag.

Ikki færri enn sjey prestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag men tað er Jens Mortan Mortensen, ið annars er av Argjum, sum hevur verið longst í starvi av teimum, og tí verður tað hann, sum skal prædika á ólavsøku í ár.

Jens Mortan tók við kallinum í Suðuroyar norðara prestagjaldi 1. februar 2012. Í prestagjaldinum eru tveir prestar,  Jónsvein Bech á Tvøroyri og Jens Mortan, sum hevur sætið í Hvalba.

Ólavsøkudag verður Løgtingið sett og tá verður eisini fyrsti tingfundur í nýggja tingárinum, sum gongur frá ólavsøku til ólavsøku árið eftir.

Ólavsøkudag ganga tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk, saman við prestunum í skrúðgongu úr Løgtinginum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Skrúðgongan er ein siðvenja, sum skal vísa, at »politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins«, sum biskupur tekur til.

– Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki, leggur hann afturat.