Prestur syngur við í heimsins størsta kóri

Maria Jørðdal Niclasen svarar spurningum um ólavsøku og ólavsøkuhald

Hvussu heldur tú Ólavsøku?


- Vanligt er, at farið verður til Havnar Ólavsøkuaftan og gongur eftir ætlan, verður tað eisini í ár. Sum føroyingar flestir fari eg eisini í føroyska búnan og gangi saman við vinum og kenningum oman og niðan Áarvegin at møta vinum og kenningum. Einki er sum so planlagt, men mær dámar væl at fara til árligu Ólavsøkuframsýningina í Listasavninum, og annars vitja tey gallarí, sum eru opin. Tónleikurin hevur, eisini á Ólavsøku, sín týðandi samansjóðandi leiklut, og mær dámar væl at fara til tær konsertir, sum verða hildnar kring býin – eitt nú á Vaglinum.

- Ólavsøkudag verða føroysku klæðini eina løtu skift út við prestakjólan. Skrúðgongan, guðstænastan, kantatan og ábit í biskupsgarði eru nú vorðin fastur partur av míni Ólavsøku. Hetta er bæði hugnaligt og hábærsligt og gleðiligt at sleppa at vera partur av. Farið verður í aftur føroysku klæðini, og ferðin gongur enn einaferð oman og niðan eftir Áarvegnum. Hugnaligt, at møta teimum, ein sjáldan møtir; teimum, sum eru búsitandi uttanlands, ella á annan hátt eru fjarskotin einum.

- Midnáttarsangurin, sum savnar ein fjórðing av fólkinum, er nakað heilt serstakt. At sleppa at vera partur av heimsins størsta kóri eina ferð um árið vekir goymdar og gloymdar kenslur. Saman, í felag, í senn syngja vit um veður og vind, um minnir og farnar tíðir, um náttúru og fólk, um føroyingar og Føroyar. Prikkurin yvir i’ið, tann góði endin, er, tá ringur verður sligin, og dansurin byrjar. Ketan er long, og saman standa vit sterk. Soleiðis tykist tað, sum farið verður út í náttina, oman og niðan Áarvegin, enn einaferð, at ynskja vinum og kenningum eina góða Ólavsøku, og takka fyri í ár.

 

Hvat hevur Ólavsøkan at siga fyri teg?

- Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara, m.a. tí her kenna vit okkum sum eitt. Eitt fólk, eitt mál, eitt flagg, og ein búni. Sum ein góður starvsfelagi hjá mær einaferð segði, so spæla vit Ólavsøku. Vit syngja somu sangir, ganga í sama búna, og hátíðarhalda, at vit eru føroyingar, serstøk tjóð. Vit spæla eina løtu, at einki skilir okkum, at vit eru eins. Hetta er umráðandi leikur, tí tað minnir okkum eina løtu á, at tað sum savnar er størri enn tað, sum skilir okkum at. 

- Eins og føroyingar í forðum sungu sálmasang sum farið var til útróðrar, eins og vikan byrjar við guðstænastu sunnumorgun, byrjar á Ólavsøku nýggja tingárið við guðstænastu. Hetta er vakur og sigandi siður. Byrjað verður við, at ferðin verður løgd í Harrans hendur, og hvílast kann í hesum, at Harrans hendur halda øllum uppi – bæði í sorg og gleði. Á Ólavsøku verða vit mint á, at vit eru ein kristin tjóð. Tá gingið verður úr Løgtinginum oman í Dómkirkjuna, og árið verður lagt í Harrans hendur áðrenn Tingið verður sett.

- Eisini hevur hetta, at vinir frá nær og fjar møtast, nógv at siga. Útisetar koma heim, og hýrurin er góður. Tá eg búði uttanlands var hetta, at koma heim at møta fólki á Áarvegnum nakað heilt serligt, og er tað ikki minni serligt nú, sum eg búgvi í Føroyum – at møta øllum teimum, sum ein ikki sær so ofta. Ólavsøkan er, fyri mong, endin á summarfrítíðini, fólk fer aftur av landinum, men við hesum í huganum, at vit enn eru føroyingar, sum saman halda Ólavsøku.

- Á Ólavsøku verða føroysk klæði og fýrverk, kappróður og kandifloss, hurra og halleluja, tombola og tivoli, frændi og fíggindi, alt koyrt í ein posa, rist og blandað. Úrslitið er framúr. Samanhald tvørturum vanlig mørk. Kanska virkar hetta bert á Ólavsøkum, dagin, tá allir føroyingar eru samdir um, at einki er, sum skilir okkum. Men hetta er grundleggjandi partur av okkara tjóðarsamleika, av okkara felags mentan og arvi.

- Savnandi leikluturin, Ólavsøkan hevur fyri okkum sum einstaklingar og tjóð, hevur eina mest at siga. Tí tá dagligdagurin, við sínum avbjóðingum, byrjar aftur, hava vit øll eina løtu merkt, at vit eru partur av størri heild, og at tað, sum skilir okkum, eina løtu stendur í skugganum av tí, sum savnar og knýtir okkum saman – sum einstaklingar, sum tjóð.