Fyri fyrstu ferð hevur altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri Rwanda ákært ein katólskan prest fyri at hava tikið lut í fólkadrápinum, sum kostaði meiri enn 800.000 mannalív í Rwanda í 1994.
Tann 41 ára gamli Athanase Seromba er ákærdur fyri at hava verið við til at skipa fyri einum álopi, sum kostaði 2.000 tutsium lívið. Tutsiarnir høvdu fjalt seg í einari kirkju, men tað hjálpti ikki. Tá so tutsiarnir tóku valdið í Rwanda, flýddi presturin av landinum og búsetti seg í Italia, har hann fekk starv sum prestur í einari bygd nærhendis Toscana. Men fyri tveimum árum síðani gav hann seg yvir til krígsbrotsmannadómstólin, og síðani hevur hann sitið í varðhaldi.
Seromba sigur seg kortini vera ósekan, og hann sýtti fyri at møta í rættinum, tá dómstólurin viðgjørdi ákæruna ímóti honum mánadagin. Hetta er fyrstu ferð, at dómstólurin hevur ákært ein prest, men aðrir dómstólar í Rwanda hava fyrr dømt fleiri prestar fyri at hava tikið lut í fólkamorðinum. Tvær nunnur eru eisini dømdar fyri tað sama.