Prestur doypti uttan loyvi

Ein prestur í Sörmland í Svøríki kann vænta sær eina átalu og helst eisini onkra sekt frá svensku kirkjuni, eftir at hann doypti eina tannáringagentu, uttan at foreldrini høvdu góðkent hetta ella vistu av tí.

Pápin fekk aftaná at vitað, at dóttir hansara var blivin bæði doypt og konfirmerað, uttan at hann var spurdur. Tí valdi hann at boða stiftsstjórnini frá hesum, skrivar lokalavísin, Eskilstuna-Kuriren.

Tá ómyndingar skulu doypast, krevst altíð undirskrift frá teimum, ið varða av viðkomandi, men so var altso ikki í hesum førinum.

Kvinnuligi presturin hevur nú nakrar vikur til at koma við síni frágreiðing um tað, ið er hent.