Útvarpaða gudstænastan í Útvarpi Føroya í dag varð send úr Hests kirkju, har Bergur Debes Joensen prædikaði.
Prestur prædikaði um hjúnarlagið, og hvat bíbilskt hjúnarlag er. Hann segði, at hjúnarlagið hevur nógvar fíggindar og ramsaði upp hóttanir ímóti bíbilska hjúnarlagnum, sum hann nevndi tað.
- At liva saman ógift samsvarar ikki bíbilskum hjúnarlagi – tað er synd. Giftið tykkum, áminnir skriftin. At liva saman maður og maður ella kona og kona samsvarar ikki bíbilskum hjúnarlagi – tað er synd, segði prestur millum annað í prædikuna.
Hann nevndi eisini ótrúskap, likamligan og sálarligan harðskap, hjúnarskilnað og annað.
- At leita til porno ella líta at aðrari kvinnu enn sínari egnari við girndarhuga samsvarar ikki bíbilskum hjúnarlagi – tað er synd, segði Bergur Debes Joensen í útvarpsprædikuni í dag.
Fleiri hava í Facebook kjaki í dag funnist at prædikuni og kalla hana millum annað víðgongda og vánaliga. Onnur eru ósamd í hesum.
Tú kanst gera tær tína meting við at lurta eftir dagsins útvarpsprædiku í Kringvarpi Føroya: Trýst her.