Enska landsliðið skal í næstum leika EM-undankappingardystir ímóti Ísrael og Andorra. Charlton-áleyparin, Darren Bent, hevur givið avboð til hesar dystirnir vegna skaða. Í hansara stað er komin 21 ára gamli David Nugent, sum umboðar Preston í næstbestu ensku deildini.
Nugent hevur áður leikt fyri enska U21 landsliðið, og hevur skotið 14 mál fyri Preston hetta kappingarárið.