Í Danmark ætla politikararnir at áleggja prestunum at doypa fólk, men prestarnir eru ímóti. Í dag hava prestarnir rætt til at sýta fyri at doypa fólk, men tann rættin ætla politikararnir í Fólkatinginum at taka frá teimum, sigur danska útvarpið.
Tað hendir av og á, at prestar nokta at doypa. Eitt nú kom ein hindu til prest og bað um at verða doyptur proforma, tí tað skuldi hjálpa honum við tillagingini til tað danska samfelagið. Men prestur segði nei, og einstakir muslimar hava fingið sama svar, tá teir eru komnir til prest í somu ørindum.
Formaðurin í danska prestafelagnum, Gert Nicolajsen, sigur, at eftir hansara tykki eiga prestarnir eisini at hava rætt til at siga nei til at doypa eitt barn, um foreldrini ikki eru limir í fólkakirkjuni.