Prestar skulu ikki hava royndartíð

Føroyska prestafelagið er ímóti, at prestar skulu setast í starv við royndartíð Áðrenn kirkjan varð yvirtikin, vóru føroysku prestarnir danskir tænastumenn, har ein undantaksregla sigur, at ásetingin um royndartíð fevnir ikki um prestarar. Men nú kirkjan er yvirtikin og prestarnir skulu setast eftir tænastumannalógini, er hetta undantakið ikki galdandi longur.

Tað hóvar ikki Prestafelagnum, og felagið fer at mæla limum sínum frá at søkja prestaembæti í framtíðini, eitt nú embætið í Sjóvar prestagjaldi, sum verður leys, nú Jógvan Fríðriksson er valdur til biskup.

-Tá kirkjuráðið hevur sett ein prest, er hann leysur av kirkjuráðnum. Tað ber ikki til, at ráðið skal eftirmeta prestarnar, heldur prestaformaðurin, sigur formaðurin í Prestafelagnum, Jákup Reinert Hansen, við Kringvarpið. Hann heldur, at um ein prestur hevur víst seg at vera óskikkaður, tá ein tíð er farin, er tað tí setanartilgongdin ikki hevur verið nóg góð. Eisni skulu próstur og biskuppur syrgja fyri prestarøkt - umsorgan.