Prestakjólin er skiftur út við vásaklæði

- Sum prestur hevur tú eina kenslu av, at tú altíð ert til arbeiðis. Tú ert ikki allatíðina til arbeiðis, men tú skalt verða on allatíðina – akkurát sum eitt flatrate breiðband, sigur Bergur Debes Joensen, sum hevur tikið farloyvi frá prestastarvinum í Havn. Týsdagin fór hann til skips við trolaranum Skálaberg

Eftir 11 ár sum sóknarprestur í høvuðsstaðnum hevur Bergur Debes Joensen biðið um farloyvi frá starvinum. Hann hevur biðið um 13 mánaðar farloyvið og saman við feriu, sum hann eigur til góðar, verður hann burtur frá prestastarvinum í væl meira enn eitt ár.
- Eg ætlaði at gera familjuni eitt ár, og tí eri eg farin í farloyvi. Ætlanin er, at vit skulu verða uttanlands stóran partin av tíðini, sum farloyvið varðar fram til endan av juli mánaði næsta ár. Ynskið er fyrst og fremst at verða saman við familjuni og fáa nakað av góðum innihaldi í hesa tíðina – millum annað við missiónsarbeiði, sigur Bergur Debes Joensen
- Skuldi eg taka farloyvi saman við familjuni, ja, so var tað beint nú. Dóttirin er blivin 16 ára gomul nú, og eg veit ikki, hvat 17 ára gomul børn siga til at fara ein túr við foreldrunum soleiðis. So eg haldi, at hetta var rætta tíðina at taka farloyvi, sigur hann.

Eitt ár saman við familjuni
Starvið sum prestur er meira enn bara eitt fulltíðarstarv. Prestur skal mest sum altíð verða tøkur, og hóast hann ikki er til arbeiðis, skal hann onkursvegna verða til reiðar alíkavæl. Hetta krevur nógv av prestunum, og spurningurin er so, um tað ber illa til at samantvinna starvið við familjulívið.
- Prestastarvið, sum eg havi í Havnini, hevur við sær nógvar avbjóðingar. Har er nógv fólk, og tað er nógv at gera. Eg havi harafturat eisini verið virkin í sjálvbodnum arbeiði, fyrst og fremst í heimamissiónini, og tað hevur verið ríkiligt at gjørt, líka síðani eg kom heim í 1994, sigur Bergur Debes Joensen.
- Sum prestur hevur tú eina kenslu av, at tú altíð ert til arbeiðis. Tú ert ikki allatíðina til arbeiðis, men tú skalt verða on allatíðina – akkurát sum eitt flatrate breiðband. Tú hevur kensluna av, at tað verður væntað av tær, at tú alla tíðina er til reiðar. Soleiðis er eisini ivaleyst eisini í øðrum størvum, so eg sigi ikki, at prestastarvið er strævnari enn nakað annað.
- Prestastarvið er tað, sum tað er, og at eg havi havt nógv afturat í frítíðini, er mítt val. Eg havi tann hugburðin, at ert tú nakrastaðni, so skalt tú vera har fult og heilt. Tú skalt ikki bara ana. Nú vil eg geva familjuni eitt ár, og eg ivist ikki í, at vit øll kunnu fáa íblastúr hetta næsta árið, sigur Bergur Debes Joensen.

Trupult av liva upp til idealini
- Tað ber til at siga, at Gud kemur fyrst og so familjan, men eg plagi at siga, at familjan kemur í Gudi fyrst. Meinar man tað, sum man tá sigur, so havi eg mangan havt ta kensluna, at eg havi ikki klárað at liva upp til tað, sum eg royni at liva eftir. Eg rokni ikki við, at nakar kennir seg fullkomnan á tí økinum, men hvat kunnu vit so gera við tað. Jú, vit kunnu millum annað gera hetta, sum vit nú gera.
- Tað eru kanska onkrir vansar við tí, sum vit nú gera, men fyrimunirnir eru nógv fleiri. Møguleikarnir at ferðast og at læra eru næstan óavmarkaðir, og við hvørt skalt tú bara fara avstað. Lívið er soleiðis, at tú fært nøkur tilboð og nakrar avbjóðingar, og so snýr tað seg um at taka lívið, sum tað er. Lívið er tað, sum lærir okkum, og hetta farloyvið, sum eg nú fari í, er nakað tí mest livandi, sum hugsast kann. Tað er bæði ferðing, lærdómur, uppliving, tænasta og familja alt í einum.
- Fyri nøkrum árum síðani tóku vóru vit í Noregi í tríggjar mánaðir, og øll familjan búði í einum campingvogni. Men hetta er nakað annað, sigur Bergur Debes Joensen.

Fyrst til skips
Týsdagin gekk ein væl hýrdur prestur á Kósabryggjuni í Klaksvík. Bergur Debes Joensen var komin í góðari tíð til Klaksvíkar, har hann skuldi mynstrað umborð á Skálabergi hjá JFK. Meira enn einaferð tóktust fólk ivast í, um tey sóu rætt, tá ið prestur dragsaði bæði kuffert og klæðsekk umborð á stóra trolaran.
Konan og tvey børn vóru komin at siga farvæl, og nakað eftir klokkan tvey fór Skálaberg so frá kei. Umborð verður prestakjólin skiftur út við vásaklæði, og prædikustólurin verður skiftur út við skipsdekkið.
Men hví fer prestur til skips, tá ið ætlanin er at brúka farloyvið saman við familjuni uttanlands.
- Eg vóni, at eg kann fáa eitt fíggjarligt ískoyti til mítt farloyvi við at fara við Skálaberg, og hetta passar mær annars sera væl. Er tað nakað, sum eg havi brúk fyri akkurát nú, so er tað at fáa trimma mín kropp væl og virðiliga.
- Eg elski at ganga í vásaklæðum, og eg vóni, at eg kann gera eitt sindur til nyttu umborð. Eg komið umborð sum ein nýføðingur millum garvaðar menn, og eg má læra meg at grulva. Eg veit ikki, hvat eg kann brúkast til umborð, men eg eri skipara og reiðara takksamur fyri, at eg fekk hetta í boði, sigur Bergur Debes Joensen, sum ætlar sær at verða sjómaður fram til september mánað í ár.
- Fyri 20 árum síðani var eg eitt sindur til skips á landleiðini. Tað var við Munki, men tað var eitt heilt annað skip og ein heilt onnur tíð.
- Eg stúri eitt sindur fyri sjóverkinum. Eg havi fingið tvey sløg av sjóverkstablettum, og eg havi eisini fingið uppskot um einki at taka. Men eg tori einki at siga beint nú, hvat eg fari at gera. Nú siti eg her og skræði meg, áðrenn vit fara avstað, men er sjóverkurin har, so verður lítið um meg, tað veit eg. Men eg vóni, at eg sleppi væl frá tí, sigur hann.

Leiðin gongur til Nigeria
Í heyst fara Bergur og familjan til Nigeria at búgva í eina tíð. Bergur hevur fingið starv sum gestalærari á prestaskúlanum hjá Luthersku Kirkjuni í Nigeria, og tað starvið varðar í tríggjar mánaðir.
- Vit eru sera spent til at fara avstað til Nigeria. Tað verður spennandi at uppliva eitt annað land við heilt aðrari mentan, og eg eri fegin um, at vit hava fingið hendan møguleikan, sigur Bergur Debes Joensen.
Starvið hevur hann fingið gjøgnum Sudanmissiónina, sum er ein fólkakirkjuligur missiónsfelagsskapur, sum arbeiðir í Afrika, Miðeystri og í Danmark. Sudanmissiónin stuðlar fleiri kirkjuligum og sosialum verkætlanum í triðja heiminum innan fyri heilsu, undirvísing, gøtubørn, endurbygging, friðar- og semjuskeið, plantasjubygging og útvarps-/sjónvarpssendingar. ?
- Eg rokni við, at vit verða verðandi uttanlands, eftir at arbeiði hjá mær í Nigeria er liðugt á jólum, men enn veit ikki heilt vist, hvat verður á skránni eftir tað, sigur Bergur Debes Joensen.
Hann skal tó verða aftur í Føroyum í juli mánaði næsta ár, tá ið hann fer aftur til arbeiðis sum sóknarprestur í Havn.




***


Fakta

Navn: Bergur Debes Joensen
Aldur: 40 ár
Útbúgving: Cand. theol. í 1994 frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn
Bústaður: Argir
Familja: Giftur við Astu. Eigur børnini Beinta (16), Heina (12) og Vilhelm (9)
Starv: Sóknarprestur (í farloyvi)


***


Bergur um fisk
Fiskur er besta kjøt í heiminum – tað havi eg bæði hoyrt og haldi sjálvur. Mær dámar væl allan fisk, og eg spyrja ofta føroyingar, hvar blívur allur hesur fiskurin av, sum vit fiska úti á leiðunum. 



Bergur um politikarar
Vit hava góðar politikarar í øllum flokkum. Síðani eg var 18 ár, haldi eg ikki, at eg havi sagt nakað alment um ein ávísan flokk. Eg eri á vali og atkvøði, og eg eri eisini aktivur politiskt – ikki flokspolitiskt.



Bergur um ítrótt
Ítróttur er ein av mínum allar veikastu síðum. Tó so, eg var í Landskrona, tá ið Føroyar vunnu á Eysturríki, og eg misti røddina í hálva aðru viku. Eg var eisini í Ítróttarparkini, tá ið Føroyar spældu ímóti Danmark og høvdu javnleik eina løtu. Tað var minst líka minniligt sum Landskrona.



Bergur um rúsevni
Sjálvur havi eg valt ta rúsfríu leiðina, og tað harmar meg, at nógv rúsevni eru í samfelagnum. Sum eg havi skilt, er tað eingin løtt loysn at basa slíkum, men vit mugu øll gera okkara – foreldur, skúlar og stovnar. Ikki minst rúsdrekka er ein nógv størri trupulleiki, enn vit eru varug við.



Bergur um Bíbliuna
Bíblian er Guds orð. Hon er bókanna bók. Hon er tað amboðið, sum Gud hevur opinbera seg ígjøgnum, og sum hann hevur avdúkað okkum ígjøgnum. Vit koma at síggja okkum sjálvi í ljósinum av Bíbliuni, men tað størsta er at síggja Gud í henni.



Bergur um fjølmiðlar
Fjølmiðlarnir eru ein sera týðandi partur av okkara samfelag, og teirra týdningur fer kanska bara at vaksa í framtíðini. Ein og hvør í almennum starvi – har eg eri ein – skal liva saman við teimum og ikki ímóti teimum.