Pressspælið riggaði til fulnar

Símun Louis Jacobsen var annar av málskjúttunum hjá Víkingi í gjár. Hann metti stríðsandan vera høvuðsorsøkin til, at tey trý stigini fullu í teirra lut. – Man kemur altíð langt við at kempa, og í gjár kempaðu vit væl, helt hann fyri. – Vit høvdu avtalað at vera á monnunum áðrenn teir fingu bóltin, og tað riggaði til fulnar, metti Símun Louis. Dysturin í gjár verður av mongum mettur sum tann frægasti hjá Víkingi í ár, og hesum er Símun Louis ikki heilt ósamdur í. – Men vit eru framvegis alt ov óstøðugir. Høvdu vit víst hetta spælið eitt sindur oftari, so hevði tað sæð nakað øðrvísi út hjá okkum, sigur Símun Louis, sum heldur at nú góða spælið er funnið fram, vantar bert teimum at finna stabilitetin.