Prentsmiðja keypir reklamuvirki

Prentsmiðjan Estra í Gøtu hevur í dag keypt allan partapeningin í reklamuvirkinum Vasti í Klaksvík. Samstundis hevur eigarin í Vasti, Gunvá við Keldu, keypt seg inn í Estra

 Ætlanin við umskipanini er at styrkja báðar fyritøkurnar, nú kappingin gerst alsamt harðari. Estra og Vasti hava samstarvað væl seinastu árini, og hildið verður, at hetta stigið fer at gera fyritøkurnar førar fyri at geva kundunum eina meira dygga og fjølbroytta tænastu, sigur Kristoffur Laksá, stjóri á Estra.
Gunvá við Keldu heldur fram sum stjóri í Sp/F Vasti, ið framhaldandi verður rikið sum eitt sjálvstøðugt virki.
Við avtaluni eru nú tríggir eins stórir eigarar í Estra. Teir eru Gunvá við Keldu, Sonja á Líðarenda og Kristoffur Laksá.