Premier League venjari koyrdur

West Bromwich hevur tapt 13 av teimun seinastu 18 dystinum, sum felagið hevur spælt. Liðið liggur nummar 16 áðrenn dystirnar í dag við 26 stigum. Tað eru tvey fleiri enn Birmingham, West Ham og Wolverhampton, ið ligga undir niðurflytingarstrikuni. West Ham og Birmingham spæla í dag.

 

Leiðslan í felagnum sigur í tíðindaskrivi, at avgerðin um at koyra Roberto Di Matteo var torfør, men at ringa gongdin seinastu tríggjar mánaðirnir ongan enda tóktist fáa.

 

Roberto Di Matteo er 40-ára gamal og er úr Italia. Hann spældi í síni tíð sum miðvallari og spældi við Chelsea í seks ár fra 1996 til 2002. Hann spældi 119 dystir og skoraði 15 mál. Undan skiftinum til Chelsea spældi hann við italska Lazio. Hann náddi eisini at spæla 34 landsdystir fyri Italia og tvær ferðir eydnaðist tað honum at skora. Í 2001 fekk hann álvarsligan skaða og valdi tíðliga í 2002 at gevast sum fótbóltsspælari.

 

Í 2008 tók Roberto Di Matteo yvir eftir Paul Ince sum venjari hjá Milton Keynes Dons. Men bara eitt ár eftir komu West Bromwich framvið og vildu hava hann sum venjara. Har var hann við til at røkka Premier League uppflyting í fjør.