Tá nýggja árið er skotið inn fara fleiri fótbóltsfeløg kring Evropa at broyta sínar hópar við spælarainnkeypum.
Uruguayanski framherjin hjá Paris Saint Germain, Edinson Cavani er á veg til Arsenal, sambært franska miðlinum "Buzzsport". Sambært Buzzsport ætlar Arsenal at brúka allan transferpeningin teir hava tøkan til at keypa Edinson Cavani leysan frá Paris Saint Germain, so uruguayanarin kann verða við til at vinna Premier League við Arsenal.
Edinson Cavani hevur higartil skotið 10 mál í bestu fronsku fótbóltsdeildini. Tað er júst sama tal av málum, sum Arsenal framherjin, fraklendingurin Olivier Giroud hevur skotið í Premier League higartil í ár.










