Tveir flokkar fingu prógv á maskinmeistaraskúlanum í farnu viku. Talan var um M6-flokkin, sum er mannaður við 3. árs næmingum. Teir eru nú maskinmeistarar. Hin flokkurin er M2-flokkurin, har 1. árs næmingarnir hava tikið prógv. Hesir kunnu nú kalla seg maskinistar. Úrslitið í ár hevur verið javnt gott, men onkur skaraði kortini burturúr. Besti næmingurin, ið var til endaliga próvtøku sum maskinmeistari fekk 10,9 í meðal. Hetta er besta úrslitið á maskinmeistaraskúlanum síðani útbúgvingin varð umskipað í 1989.
Næmingurin var Bogi Beck Jensen úr Havn. hevur spælt mest upp á hesar tangentarnar í bíbliuni. Og tað er ikki minst Lukas evangeliið, sum hevur givið Kierkegaard íblástur, tí at fáur hevur sum Lukas avdúkað ta naknu sjálvgleðina. Bøkurnar hjá
heimspekinginum Kierkegaard yða í láturligum persónum, sum dúva á lívslygnir og følsk virði.
Í dagbókunum hjá sær filosoferar Kierkegaard um slíkt, sum honum er fyri í gerandisdegnum. Eitt nú, tá ið hann á Vestara Kirkjugarði í Keypmannahavn, har hann plagdi at ganga túr, fekk eyga á ein gravstein, sum avdúkaði, at tað ikki var hvør sum helst, ið har lá. Kierkegaard kendi mannin, og visti, at hann var tiltikin óður eftir jørð, ella jarðarspekulantur, sum Kierkegaard kallar tað. Men maðurin var eisini ein frommur harri, sum í sínum borgarliga lívi hevði røkt tey fínastu embætini í juridiska hierarkinum. So gravsteinurin var avtaglaður í titlum. Hetta er akkurát nakað fyri Kierkegaard; tann láturligi borgarin, sum ikki vil viðurkenna sítt nakni, men tekur titlarnar við sær í grøvina. Tá Kierkegaard kemur heim skrivar hann í dagbókina: Her hvílir háháttvirdi, losjulimur av hægstu grad, av Fríðriki kongi 7. til riddara sligni hægstarættardómari N.N. Og so skoytir Kierkegaard uppí, við sínum spíska penni: »Meðan hann livdi, hevði hann ikki annað enn mold millum oyruni, »og det har han stadigvæk...«
Tað stutta av tí langa er, at vit eru øll í sama báti. Vit fáa einki við okkum í grøvina, tí har fara vit líka so nakin, sum tá vit komu úr
móðurlívi. Sagt bíbilskt, so setir hetta okkum øll upp á pláss. Hetta staðfestir, at tað er so óendaliga stórur munur á Guði og menniskjanum, at eingin hevur loyvi at seta seg sum kíla millum tað einstaka menniskja og Várharra; hetta kann ikki staðfestast nóg ofta, serliga í hesum tíðum, nú summi eru so skuffaði av, at Guðs hús er opið fyri øllum menniskjum.
Er tað nakað, sum Nýggja Testamentið snýr seg um, er tað nakað, sum skapar øsing, tá Jesus Kristus virkar her á jørð, so er tað tá hann brýtur niður slíkar fundamentalistiskar sannleikar, sum jødisku prestarnir brúktu mótvegis meðmenniskjunum, sum ikki hildu, hugsaðu og vóru sum teir.
Lukas evangelistur leggur ikki fingrarnar ímillum. Tú hoyrir ein mann, sum tosar við einum klókum hjarta, heldur enn einum køldum heila.
Tú fert inn í eina verð, sum er stór, har er rúm fyri øllum tankum og kenslum, tú hoyrir allatíðina ekkóið av Lukasi, at alt tað trongskygda og sjálvrættvísa oyðileggur og bindur niður samskiftið millum menniskju, sum ríki maður er dømi um. Lukas evangelistur er sannførdur í sínum hjarta um, at uttan ein kærleiksfullan Guð steðgaði alt lívið upp.
Tú sært allatíðina, hvussu neyðugt tað er at gera upp við allar fundamentalistiskar áskoðanir, sum byrgja lívið inni í lógum og paragrafum. Lukas evangelistur vísir allatíðina á, at Jesus setti lívið og kærleikan til meðmenniskjað hægri enn lógirnar. Lógirnar eksistera snøgt sagt ikki í hesum evangeliinum, tí at lívið er alt ov fínt og viðkvæmt, til at tað kann setast upp í paragrafir. Og lívið er eisini alt ov stórt til at tað kann minkast niður til at snúgva seg um allar møguligar reglugerðir, sum jødiskir fundamentalistar gingu so høgt uppí. Reglugerðir, sum serliga høvdu til endamáls at binda niður og stoyta meðmenniskju frá sær.
Og so tað heilt grundleggjandi hjá Lukasi, at letur tú lívið upp í hendurnar á fundamentalistum og teirra lógartrúgv, so gert tú Guð ov lítlan, alt ov ússaligan, tú reduserar í roynd og veru Guð til ein erkvisnan bókhaldara. Og er tað nakað, sum Guð ikki er, so er tað tað.
Ríki maður vildi so fegin redusera Guð til ein bókhaldara - men tað miseydnaðist sjálvsagt.
»Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði«. Bíbilska vendingin »at vera ríkur í Guði« hevur ein bæði hátíðarligan og jarðbundnan týdning. Ein stillføran týdning, kunnu vit kanska siga. Tað er aftur hesin stóri heimurin, sum letur sinnið upp - sum opnar tær naknu kenslurnar, tann nakna longsulin eftir fyrigeving, sáttan og felagsskapi - og letur alt tað ókenda upp í Guðs livandi hendur. Henda
ótømandi keldan, sum vit øll eru partur av, líkamikið hvørji vit eru, ella hvussu vit eru.
Í hesum goymist tann eyðmjúka og vakra barnatrúgvin, sum eg haldi, vit øll, tá ið á stendur, í okkara loynikømurum, leingjast eftir.
Lat meg so enda við at siga, at Lukas evangelistur leggur ovurstóran dent á, at Guðs fyrigevandi kærleiki eigur at síggjast aftur í okkara
viðurskiftum við meðmenniskjað. Tað er eisini boðskapurin í hesi frásøgnini.
Tí er tað so mikið meira spell, at evangeliini í dag verða brúkt sum amboð móti meðmenniskjum okkara. Amen.
Ólavur Rasmussen, prestur