Teir hava verið í føroyskum sjógvi í nærum tríggjar vikur. Roynt verður eftir svartkjafti, sum síðani verður virkaður til surimi. Tað er sama framleiðsla, sum stóri trolarin hjá JFK Trol, Næraberg, fæst við.
Franski trolarin, Joseph Roty II, lá við bryggju í Havn í nakrar dagar, tá skipið skuldi bunkra brennievni og hava nakað av provianti umborð samstundis. Eisini hava teir havt trupulleikar við útgerðini, og hetta skal fáast í rættlag. Meðan teir eru inni, skal ein av manningini á sjúkrahúsi við onkrum smávegis snuddi.
Tá vit koma umborða, verður okkum fortalt, at skiparin fær sær ein blund, og vit vita, at ein sovandi sjómann skal mann ongantíð órógva.
Tað var tann 16. januar, at franski verksmiðjutrolarin legði frá landi í franska býnum Saint Malo í Bretagne í Norðurfrankaríki. Trolarin hoyrir heima í hugnaliga havnabýnum, har ein verksmiðja hjá reiðarínum eisini liggur. Har leggja teir surimi upp, sum verður virkað til ymiska framleiðslu.
Vanliga leggja teir leiðina til Føroyar tann 1. mai á hvørjum ári, men í ár hava teir verið eitt sindur fyrr á sjóvarfallinum. Hetta var fyri at fáa sum mest burturúr svartkjaftafiskiskapinum. Tað eru nú fýra ár síðani, at teir síðstu ferð vóru í havn í Føroyum.
Gamalt skip
Tað skilst á øllum brøgdum, at hesin trolarin ikki júst er flaggskipið hjá franska reiðarínum Comapêche. Vit fáa ein faldara frá einum av teimum mongu yvirmonnunum, vit tosaðu við, sum lýsir virksemið hjá reiðarínum. Av teimum trimum trolarunum er eitt nýtt og stásiligt skip, meðan Josph Roty II er 28 ára gamal og illa tærdur. Reiðaríið hevur tríggjar trolarar, og eini 26 smærri bátar, ið royna eftir stórum rækjum útfyri eysturstrondini í Suðuramerika.
Tað sæst týðiliga, at hesin trolarin ikki er serliga nútímansgjørdur. Tólini á brúnni eru gamaldags og slitin. Onkur telda er tó at síggja millum tey gomlu tólini.
Meðan vit tosa við yvirmenninar nevna teir javnan Næraberg og samanbera við hann. Næraberg er tann stóra fyrimyndin, sum teir meta høgt, skilst á málinum.
? Vit vóna allir, at um eini trý-fýra ár hava vit eitt nýtt skip, sum skal avloysa hetta gamla og útslitna skipið, sigur Yves Duteil, ið er 1. stýrimaður, men hann leggur afturat, at tað kanska ikki verður so skjótt kortini.
Yvirmenninir eru ikki heilt væl nøgdir við fiskiskapin undir Føroyum higartil. Slagið hevur verið ov smátt, sigur ein teirra.
Teir hava eini 600 tons umborð í løtuni, og trolarin tekur 800 tons. Kvotan hjá fronskum skipum í føroyskum sjógvi er 3000 tons tilsamans um árið, og har er umleið helmingurin eftir. Teir vóna sjálvsagt, at teir eru einsamallir í føroyskum sjógvi, men teir vita ikki rættiliga, um nakar annar franksur trolari er her um leiðir.
Eins og føroyskir fiskimenn gremur Yves seg um, at russarar eru heldur naskir, tá teir royna eftir svartkjafti undir Føroyum.
Joseph Roty II kann í mesta lagi framleiða 20 tons av surimi um dagin, men framleiðslan liggur sum oftast um tey fimtan tonsini. Næraberg kann í mesta lagi framleiða 50 tons av surimi um dagin. Umborð á franska trolaranum skulu teir hava 250 tons av vatni um dagin fyri at halda tørn í framleiðsluni.
Tá teir eru lidnir við sína kvotu undir Føroyum verður leiðin løgd til Mauritius. Hetta verður væntandi um 12. mai, sigur Yves.
Góður hýrur
Sum vit ferðast runt í skipinum koma vit niður til kahýttirnar hjá manningini. Har er meira lív í monnum. Fleiri standa og práta uttanfyri og láturin rungar eftir í, tá ein hevur sagt hinum eina stuttliga søgu. Vit skilja ikki rættiliga, hvat teir siga, men fransmenninir skjóta eftir portugisarum, sum svara aftur, og teir flenna saman. Eisini er harður tónleikur at hoyra. Tónleikurin hjá Guns N´Roses ljómar í roykinum at skitnum klæðum og fiski.
Dagin eftir sum vit hava verið umborð, skal skipið aftur til fiskiskap. Hetta stendur skrivað við stórum stavum kring alt skipið. Á dúrkinum í fleiri støðum er skrivað við kriti, nær skipið fer avstað aftur. Soleiðis kunnu allir menn vita, nær teir skulu fara av Café Natúr og umborð aftur.
At skriva á dúrkið er ein vanligur háttur at geva boð til allar mans umborð.
59 mans eru við skipinum. Á Nærabergi eru eisini fleiri konufólk, men so er ikki her umborð. Umleið helmingurin eru fransmenn, meðan hin helmingurin er portugisar. Allir yvirmenninir eru úr Frankaríki, meðan portugisarnir eru lægri á stiganum. Ein russari rekst eisini umborð. Hann tekur sær av teimum sjey Baader maskinunum, sum eru í tí trongu verksmiðjuni.
Manningin býr ikki serliga væl. Tá er stórur munur á umstøðunum á Nærebergi. Kahúttirnar eru lítlar og trongar. Messan er heldur ikki innbjóðandi, tá vit verða vístir runt á skipinum. Á Joseph Roty II er ein fín messa fyri yvirmenninar og ein minni fín til manningina.
Tá føroyska tollvaldið kemur umborð verða vit noyddir at sleppa okkum avstað aftur, tí yvirmenninir hava úr at gera við at gera tollarunum til vildar.