RÍKISFELAGSSKAPUR
Á Ríkisfundinum í Grønlandi hitti Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Anders Fogh Rasmussen og Hans Enoksen til prát uttan embætisfólk.
-Ríkisfundurin gevur tískil luttakarunum høvi at taka tað upp, sum liggur einum á hjarta, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður hevði fýra mál á skránni, sum hann vildi umrøða við Anders Fogh Rasmussen og Hans Enoksen.
Knútar
-Tær báðar lóggávurnar, sum vit arbeiða, skulu gerast lidnar. Ætlanin er, at tær skulu koma í gildi 1. januar 2005, og tí er tað umráðandi, at teir knútarnir, sum hava verið í samráðingunum á embætismannastigi, nú verða politiskt loystir. Og tað fingu vit partvís frá hondini, tó ikki endaliga. Vit valdu at siga, at vit stinga høvdini saman aftur um hálvan september fyri at gera tað endaliga liðugt. Men tað sær út til, at hasar báðar lóggávurnar koma endaliga upp á pláss, sigur løgmaður.
Lógirnar, sum hann tosar um, eru av víðfevnandi týdningi fyri føroyingar. Onnur snýr seg um, hvussu føroyingar framhaldandi kunnu yvirtaka málsøkir; og hin um víðkaðar heimildir á tí uttanríkispolitiska økinum til føroyingar.
Árin av ES
Eitt annað av teimum fýra málunum snúði seg um ES og tess nýggju grundlóg. Ætlanin er at niðurseta at føroyskt-danska-grønlendska embætismannanevnd, sum kann lýsa, hvørjar avleiðingarnar ein ES-grundlóg kann fáa á ríkisfelagsskapin.
-Tað málið vann eisini undirtøku frá grønlendingum, og danski forsætisráðharrin tók eisini undir við tí, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Flogvøllurin
Fjórða málið á løgmansskránni var afturvendandi kjakið um flogvøllin vesturi í Vágunum. Hetta mál hevur verið uppi og vent á fleiri Ríkisfundum og samráðingum millum danir og føroyingar.
-Støðan er jú tann, at flogvøllurin afturúrsilgdur. Hann er ikki uppgraderaður. Danir streingja sjálvandi eisini á at fáa málið avgreitt soleiðis, at føroyingar yvirtaka tað anleggið, sum er vesturi í Vágunum. Toganin hevur sjálvandi staðist av, at vit frá okkara síðu hava víst á, at hetta hevur verið danskt ábyrgdarøkið øll árini, og at teir fyrst og fremst hava riðið sjóvarfallið av sær, tá tað snýr seg um at útbyggja flogvøllin. Men fyri at fáa eina loysn á málinum, so hevur mann tosað um, hvussu mann kanska saman kann fáa, fyri tað fyrsta, útbygt flogvøllin og í seinna lagi eisini, at føroyingar fáa ábyrgdina av honum, sigur Jóannes Eidesgaard.
--
Myndatekstur: Tað er eingin føst fundarskrá til Ríkisfundin. Vanliga verður kunnað um búskaparligu støðuna. Løgmaður hevði á skránni at umrøða flogvøllin, yvirtøkulógina, uttanríkispolitisku lógina og møguleikarnar at seta ein felags embætismannabólk at kanna ES-grundlógina og møgulig árin hennara á støðu Føroya