Prát: Atlantic Airways Deildin hetta vikuskiftið

Tveir dystir vóru í Atlantic Airways deildini hetta vikuskiftið. Ì Vestmanna vann VÍF 34-19 (18-11) á Team Klaksvík, og í Hoyvík vann H71 22-20 (9-12) á StÍF.

 

Aftaná dystin millum VÍF og Team Klaksvík tosaði Tróndur Arge við Fríðin Ziskason, veteranin hjá Team Klaksvík. Tróndur Arge tosaði eisini við VÍF-venjaran, Jan Ottosen.

 

Ì gjár prátaði Tróndur Arge við venjaran hjá H71, Petur Mittún, og hann prátaði eisini við venjaran hjá StÍF, Alexandur Johansen.

 

Tað ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Fríðin Ziskason, Jan Ottosen, Petur Mittún og Alexandur Johansen undir greinini.