Nú skal tað verða munandi bíligari hjá fólki á teimum ymsu oyggjunum at ferðast við Strandferðsluni. Tað er ein partur av semjuni, samgongan hevur gjørt um fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Tað hevur ofta verið tosað um, at Strandferðslan skuldi fáa eina avsláttarskipan fyri tey, sum hava fastan bústað á oyggjum, sum ikki hava fast samband við meginøkið. Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár, skal samtykkjast, hevur samgongan avtalað at gera álvara av.
Í hesum sambandi hevur samgongan avtalað, at tvær milliónir skulu setast av til Strandferðsluna. Og tær báðar milliónirnar verða markaðar til at lækka prísin á ferðaseðlum hjá teimum, sum eru fastbúgvandi á oyggjum, sum ikki hava fast samband við meginøkið.
Tað merkir, at hereftir fer ferðaseðilin hjá teimum at verða 20 prosent bíligari enn hann annars kostar hjá øllum øðrum.
Sum tað lá í kortunum, var játtanin hjá Strandferðsluni annars so tepur á fíggjarlógini fyri næsta ár, at tað hevði verið neyðugt at skert ferðaætlanina.
Men samgongan er eisini samd um, at hækka játtanina til Strandferðsluna fyri at sleppa undan at skerja ferðaætlanina næsta ár.
Sum onkur hevur tikið til: Tað kann ikki vera meiningin, at ferðaætlanin hjá Strandferðsluni skal leggjast eftir, hvussu nógv oljan kostar.