Hesi seinasti 10 – 15 árini er prísurin á streymi hækkaðu nógv meiri í Føroyum enn hann er í Danmark.
Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum, eftir at Johan Dahl hevur reist málið, og hevur spurt hann um hesi viðurskiftini.
Helgi Abrahamsen viðmerkir, at tá ið hann tosar um prísir, tosar hann um prísin á sjálvum streyminum, uttan at avgjøld av nøkrum slagi eru løgd oman á.
Hann viðmerkir eisini, at í Føroyum er prísurin ymiskur, alt eftir um talan er um eitt húsarhald ella ein vinnuvirki. Og avslátturin í elprísinum til vinnuvirki er eisini ymiskur, alt eftir, hvussu stórt virki er, og hvat slag av virki tað er.
Seinastu tvey árini hevur ein serlig avsláttarskipan eisini verið galdandi til hitapumpur og til løðing av elbilum.
Nógv avgjøld verða løgd omaná elprísin í Danmark og tilsamans eru tey meira enn helvtina av tí, sum streymurin kostar hjá brúkaranum. Í Danmark hevur elprísurin, uttan avgjøld, verið rættiliga støðugur seinastu 15 árini, men seinastu árini hevur hann verið lækkandi, men í Føroyum er prísurin hækkaður
##med2##
Talvan vísirgongdina í elprísunum, uttan avgjøld, frá 2005 til 2020 fyri privat- og vinnukundar í Føroyum og Danmark
Helgi Abrahamsen vísir eisini á, at prísurin prísurin í Føroyum er tann hægsti á listanum yvir prísir í Evropa. Sí talvuna niðanfyri, har grøni parturin av stabbunum er prísur uttan avgjøld.
##med3##
Talva yvir sundurgreinaðar elprísir í Evropa, har føroyski elprísurin er lýstur í stabba 8, talt frá høgru.
Kortini leggur Helgi Abrahamsen afturat, at tað ikki heilt lætt at samanbera elprísir, eitt nú tí føroysku elprísirnir enn eru nógv knýttir at sveiggjandi oljuprísum. Eisini er føroyski elmarknaðurin lítil, elnetini smá og sjálvstøðug og ikki íbundin onnur og størri net. Danska elnetið er nógvar ferðir størri og er bundið í meginelnetið í Evropa og tí má samanberingin takast við ávísum fyrivarni, sigur landsstýrismaðurin