Príslækking og árshald

Síðani í mai 2004 hava prísirnir fyri at ferðast gjøgnum Vágatunnilin verið óbroyttir. Við royndunum frá hesum tíðarskeiðinum hevur nevndin í P/F Vágatunlinum endurskoðað prísirnar og treytirnar fyri at ferðast í gjøgnum tunnilin

Ferðslan í Vágatunlinum í 2004 var í miðal 1.000 bilar um samdøgurið. Hetta er grundarlagið fyri at lækka prísin fyri at ferðast gjøgnum tunnilin, eins og grundarlag eisini er fyri einum nýggjum árshaldi.
Nevndin í felagnum hevur tí samtykt hesar broytingarnar:

Prísurin fyri lætta ferðslu verður lækkaður við umleið fimm %. Úr 180 krónum niður í 170 krónur.

Prísurin fyri tunga ferðslu verður lækkaður við umleið tíggju %, soleiðis at gjaldið fyri bilar millum seks og 12, 5 metrar nú verður 670 krónur, og gjaldið fyri bilar oman fyri 12,5 metrar framyvir verður 1.000 krónur.

Fyri lættar bilar er møguligt at tekna eitt árshald, sum loyvir óavmarkaða koyring. Haldið verður teknað fyri eitt ár í senn, og er treytað av, at avtala er gjørd um, at goldið verður mánaðarliga forút við GS-avtalu. Kostnaðurin er 1.000 krónur um mánaðin ella 12.000 krónur um árið.

Nýggju prísirnir koma í gildi frá 17. januar. Árshald kunnu teknast tá, men koma tó ikki í gildi fyrr enn frá 31. januar.