Prísirnir á Vaskaríum á Landssjúkrahúsinum avlagandi

Landssjúkrahúsið skal broyta prísirnar innan 15. februar

Kappingarráðið hevur staðfest, at verandi meginreglur fyri prísásetan av tænastum hjá vaskarínum á Landssjúkrahúsinum eru kappingaravlagandi og kappingaravmarkandi, og hevur samtykt, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum í seinasta lagi 15. februar 1999 mótvegis Kappingarráðnum sannar at prísirnir er broyttir og settir samsvarandi meginreglunum niðanfyri.

Tann 20. januar 1998 fór Kappingarráðið undir at viðgera virksemið hjá vaskarínum á Landssjúkrahúsinum.

Málið varð tikið upp orsaka av eini kæru um, at vaskaríið á Landssjúkrahúsinum var kappingaravlagandi í prísásetingini av tænastum sínum. Ført varð fram, at vaskaríið, í kapping við aðrar á marknaðinum, vaskaði til prísir, ið ikki vóru settir út frá marknaðarbúskaparligum grundarlagi.

Virkisøkið hjá vaskarínum er at veita tænastur til Landssjúkrahúsið, umframt til almennar stovnar, privat virki og einstaklingar.

Kappingarráðið hevur havt tingingar við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og umboð fyri Almanna- og Heilsumálastýrið, um meginreglurnar fyri prísáseting. Vaskaríið hevur ikki egnan roknskap, men er partur av heildarroknskapinum hjá Landssjúkarhúsinum.

Kappingarráðið hevur í kanning síni staðfest, at meginreglurnar fyri prísásetingum hjá vaskarínum eru kappingaravlagandi, og at vaskaríið árini 1995-97 hevur selt tænastur til aðrar kundar til ein lægri prís, enn eitt privat vaskarí, sum skal bera avskrivingar, rentur, høliskostnað o.s.fr., hevði kunnað.

Við núverandi fíggjarligu skipan og uppgerðarhátti hevur vaskarívirksemið fyri aðrar kundar givið eitt skiftisavlop og harvið eitt íkast til raksturin av Landssjúkrahúsinum, men hinvegin ikki nóg mikið til allar fastar útreiðslur og renting av íløgum ella til marknaðarbúskaparliga renting av tí ílagda kapitalinum.

Landssjúkrahúsið gjørdi fyri fáum árum síðani lutfalsliga stórar íløgur í vaskaríið og fekk harvið rakstrargøgn við høgari framleiðsluorku, ið var størri enn tørvurin hjá Landssjúkrahúsinum. Hesar íløgur vórðu fíggjaðar yvir raksturin hjá Landssjúkrahúsinum, og sostatt við játtan á fíggjarlógini. Við verandi skipan skal vaskaríið ikki forrenta hesar íløgurnar, eins og eitt sjálvstøðugt virki skuldi, og er tí talan um eina kappingaravlaging.

Við verandi framleiðsluorku er marginali kostnaðurin av at vaska fyri aðrar lítil. Sum er, prísásetur vaskaríið á ein hátt, soleiðis at dekkningur fæst fyri marginalu meirútreiðslurnar av tí eyka framleiðsluni.

Støða Kappingarráðsins er, at meginreglan fyri heilt ella lutvíst inntøkufíggjað virksemi má verða, at virksemi skal renta somu útreiðslur, t.d avskrivingar, rentur o.a., sum ein privatur kappingarneyti við tilsvarandi virksemi.

Í tann mun aðrar tænastur verða veittar út um Landssjúkrahúsið eiga somu meginreglur at verða nýttar, og her kann Køkurin á Landssjúkrahúsinum verða nevndur sum dømi. Hóast hetta virksemi ikki varð partur av viðgerðini í hesum máli, mælir Kappingarráðið leiðsluni á Landssjúkrahúsinum til eisini at hava hetta virksemi í huga í sambandi við tær broytingar, ið verða avleiddar av avgerðini.

Spurningurin varð reistur, um veitingar til aðrar almennar stovnar kunnu roknast sum innanhýsis framleiðsla og sostatt ikki fevnt av prísásetingarmeginreglunum fyri sølu á marknaðinum. Kappingarráðið metir, at einans teir stovnar, deildir o.s.fr., ið hava tilvísing til sjúkrahússtjóran kunnu metast sum verandi fevnd av innanhýsis framleiðslu.


Kappingarráðið 28. januar 1999