Prísirnir í Rúsuni skulu nú broytast

Tað, sum er at fáa í Rúsuni skal nú prísast eftir dygd og styrki, so at tey veikaru sløgini verða bíligari enn tey sterkaru

Er tað nakað, sum hvør einasti føroyingur hevur eina meining um, so er tað prísurin í Rúsuni.

Og tað vísir seg eisini, at er tað nakað evni, sum javnan er verður tikið í politiska kjakinum í Føroyum, so er tað júst prísirnir á prísirnir á brennivíni.

Og nú verður so enn ein roynd gjørd at geva prísunum ein kvink.

Men hvønn vegin teir verða kvinkaðir, er kanska meiri ivingarsamt.

Men í øllum førum tykist tað vera greitt, at í ætlanin er at í hvussu so er summi sløg skulu verða bíligari, enn tey eru nú.


Samband ímillum prís og styrki

Tað er ein meiriluti í fíggjarnevndini, sum nú vil hava prísirnar í rúsdrekkasøluni endurskoðaðar.

Tað ger meirilutin greitt, nú hon hevur fíggjarlógina fyri komandi ár.

Meirilutin, sum eru tey fýra umboðini hjá samgonguni, Bjarni Djurholm, Heini O. Heinesen, Jógvan Durhuus og Jákup Sverri Kass vilja hava meiri samband ímillum prísir og styrki á tí, sum er at fáa í Rúsdrekkasølu Landsins.

Fíggjarnevndin hevur skrivað í áltitið til fíggjarlógina, at ?Landsstýrismaðurin í vinnumálum skal saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum virka fyri, at samsvar er millum prísir, dygd og styrki á rúsdrekka. Eisini skal skipanin

lagast til vinnulig endamál o.a.?

Tá ið fígjarlógin varð til viðgerðar fríggjadagin, vildi Kristian Magnussen, løgtingsmaður hava meirilutan í fíggjarnevndini at greiða tinginum frá, hvat hetta merkti.

Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevndini svaraði, at eftir ein fullkomiliga høpisleysan avgjaldspolitikk, er eru prísirnir ásettir soleiðis, at nú er tað so, at at tá ið fólk, serliga ung fólk, keypa rúsdrekka, ganga tey mest eftir, hvussu nógv prosentir tey fáa fyri pengarnar.

Bjarni Djurholm helt, at øll figgjarnevndin var samd um, at tað var neyðugt at taka øll hesi viðurskiftini upp til nýggja viðgerð, so at fólk heldur fara at hyggja eftir dygdini í tí, tey keypa.

Men hvat merkir so tað, at skipanin skal lagast til vinnulig endamál?

?Í dag er tað soleiðis, atmatstovur kunnu ikki keypa frá rúsdrekkasøluni uppá borg. Alt skal gjaldast í hondina.

? Og fyri at ganga ynskjunum hjá viðskiftafólki á møti, mugu matstovurnar hava ovurstórar goymslur. Og tí heldur fíggjarnevndin at hetta er ein óheppin støða, helt Bjarni Djurholm.

Kristian Magnussen var ikki heilt nøgdur.

Hann helt, at lítil meining var í at royna at fáa ungfólk at keypa veikari sløg.

Hann helt ikki, at tey fóru at drekka minni fyri tað

? Tað kann væl vera, at tey fara at drekka onnur sløg enn nú. Men rúsurin verður ikki minni, tí so fara tey bara at drekka størri nøgdir.

? Tað kann gera tað sama, um eitt fólk drekkur eina ferð 50% ella fimm ferðir 10%, helt Kristian Magnussen.

Tað eru politikararnir, sum áseta prísirnar á rúsdrekka. Og hjá teimum eru meiningarnar líka ymiskar, sum hjá øllum øðrum.

So óvist er, hvørja lagnu hetta fær.