Ein australsk kanning vísir, at tað er nógv torførari at skilja ein boðskap, sum ein bæði hoyrir og lesur samstundis. Tí fara Powerpoint-framløgur skjótt at hvørva. Powerpoint-framløgur kunnu vera vakrar, men tá ið tú lesur boðskapin upp úr framløguni, er vandi fyri, at hesin hvørvur, so skjótt tú hevur klikt á músina.
Tað er nevniliga nógv torførari at skilja ein boðskap, um ein hoyrir og lesur orðini samstundis, og tí fáa fólk nógv minni burtur úr at lurta eftir einum, sum lesur sína Powerpoint-framløgu hart, enn um viðkomandi í staðin greiddi frá, uttan at vera bundin av tekstinum í framløguni, stendur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Hetta vísa úrslit av einari kanningarætlan á lærda háskúlanum í New South Wales. Kanningin vísir, at heilin skilur nógv betur upplýsingar, um tær eru annað hvørt skrivligar ella munnligar, og ikki bæði í senn.
John Sweller, ið er professari á lærda háskúlanum í New South Wales, er bersøgin í sínum atfinningum:
- Nýtslan av Powerpoint-framløgum hevur verið ein vanlukka. Tað átti at verði steðgað, sigur hann.
Sambært granskaranum gerst innlæringin hinvegin ikki verri, um ein tosar um stabbar, tøl og linjur, samstundis sum hesi verða uppvørpað.
Men tað er ikki munagott, at úttala tey orð, ið standa í framløguni, tí tað overvar heilan og minkar um førleikan at skilja tað, ið verður lagt fram, sigur altso John Sweller, professari á lærda háskúlanum í New South Wales sambært danska blaðnum og heimasíðuni Ingeniøren.