Leygardagin 17. mai verður Powermeet, ið er ein kapping at finna Føroya sterkastu motorsúkklu. Tiltakið byrjar kl. 14 við Tekniska skúla við Velbastaðvegin í Havn. Tað er Føroya MC, ið skipar fyri tiltakinum, ið fór av bakkastokki í fjør. Undirtøkan í fjør var somikið góð at fyrireikarirnir valdu at gera Powermeet til eitt afturvendandi tiltak.
Kappast verður í fýr bólkum: chopparir, súkklur upp til 600 kubikk, súkklur upp til 1000 kubikk og súkklur yvir 1000 kubikk. Steyp og vinningar verða latnir.
Skráin fyri dagin er: Føroya sterkastu motorsúkklur og mest larmandi motorsúkkla skulu finnast. Børnini sleppa eisini at royna seg í ymiskum kappingum, sleppa túrar á motorsúkklu og at sita á politimotorsúkkluni, ið kemur framvið.
Ynskja fólk at vera við til kappingarnar, so er bert at koma, við ella uttan motorsúkklu.
Tiltakið, ið er eitt familjutiltak, byrjar kl. 14 við Tekniska skúla við Velbastaðvegin í Havn, har øll eru vælkomin.