Poula setti nýtt føroyskt met

Poula Øssursdóttir Mohr setti nýtt føroyskt met fyrsta dagin í heimsmeistarakappingini í svimjing í Barcelona.

 

Í 100 metra firvald kom hon á mál við tíðini 1.04.58. Gamla metið átti hon sjálv, tað var 1.05.92.

 

- Eitt framúr avrik hjá Poulu og júst tað tann byrjanin vit høvdu brúk fyri. Tey eru øll væl fyri og glað, so tað verður kanska heldur ikki síðsta metið, tey seta her, sigur Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í svimjisambandinum og sum er við á túrinum í Barcelona.