Poul vann á Bjarta Mohr

Fólkaflokkurin í Suðurstreymi bíðaði til seinastu løtu at almannakunngera listan og mánadagin tók Bjarti Mohr seg av listanum.

Fyri jól var fólkafloksfelagið í Havn liðugt við listan til løgtingsvalið, men einhvør ósemja var um listan, tí valdi felagið ikki at almannakunngera hann.
Freistin at senda listan inn var úti týskvøldið og mánakvøldið avgjørdi Bjarti Mohr, at hann kortini ikki vildi vera á listanum. Felagið hevði gjørt listan lidnan og nevndin var samd um, hvussu listin skuldi síggja út, men so var hann broyttur í evstu løtu.
? Eg eri sera keddur av, at Bjarti Mohr avgjørdi ikki at stilla upp, sigur Aage Arnholdson, formaður í Havnar Framburðsfelag, sum fólkafloksfelagið í Havn eitur.
Aage Arnholdson vil ikki gera nakra viðmerking til, hví Bjarti Mohr avgjørdi at taka seg av listanum. Hann vísir til, at Bjarti Mohr alment hevur sagt, at hann heldur seg ikki hava tíð til at stilla upp.

Betri møguleikar til Poul

Uttanifrá ber til at undra seg yvir, at Bjarti Mohr ikki visti tað fyri jól, men valdi at taka seg av listanum, so bert 10 valevni vera eftir. Tað kundi kanska verið ein fyrimunur fyri Fólkaflokkin at havt 11 valevni, sum hinir flokkarnir hava.
Við seinata løgtingsval fingu Óli Breckmann og Bjarni Djurholm flestu atkvøðurnar, meðan Poul Michelsen og Bjarti Mohr lógu tættir á triðja og fjóðra plássi. Poul Michelsen fekk 293 atkvøður og Bjarti Mohr 256 atkvøður. Uttanifrá kundi tað sæð út til, at møguleikarnir hjá Poul Michelsen er bætnaðir unandi, nú hann ikki hevur Bjarta Mohr at kappast við.
Tey 10 nøvnini á fólkaflokslistanum í Suðurstreymi eru: Óli Breckmann, løgtingsmaður, Viðargøta 2, Argjum, Eli Christiansen, umsitingarleiðiari, Miðrás 4, Tórshavn , Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, Millum Gilja 121, Hoyvík , Turið Christophersen, hjálparfólk, Grønlandsvegur 40, Tórshavn , Elna Skylv Hansen, ítrottarráðgevi, á Bø, Kaldbak, Jan Hansen, bygdaráðslimur, Nólsoy, Poul Michelsen, stjóri, Gundadalsvegur 19, Tórshavn , Annika Olsen, handilsskúlalærari, Blankagøta 12, Tórshavn, Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur, J. Paturssonargøta 78, Tórshavn og Torkil V. Rasmussen, lærari, Mammulág 1, Tórshavn