Poul væntaði at detta niðurímillum

- Tað hevði eg ikki væntað. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, er fegin um úrslitið av veljarakanningini, sum nú er gjørd.

 

Kanningin gevur Framsókn 5,7 prosent av atkvøðunum. Tað er 0,5 prosent minni enn á Løgtingsvalinum, men flokkurin tvær tveir tinglimir, sum hann fekk á seinasta vali.

 

- Eg stúrdi fyri, at vit fóru at detta niður ímillum, tí nógv av okkara stóru málum eru slett ikki frammi í dagsins politikki.

 

Her hugsar hann um at nýskipa fiskivinnu og aðrar nýskipanir, tjóðskaparmál, spurningarnir um persónliga frælsi og frælsari handilsviðurskifti, har almennar tænastur verða bodnar út.

 

- Tað verður ikki nógv tosað um hesi viðurskifti í dagsins politikki, tí alt er druknað í tunnilspráti.

 

Poul Michelsen heldur, at orsøkin til, at flokkurin kortini stendur seg, er, at grundarlagið undir flokkinum er so dygt og er eitt veruligt alternativ til aðrar flokkar.

 

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, hava samstarvað um mong val í hesum valskeiðnum og veljarakanningin vísir eisini, at teir tríggir flokkarnir kundu skipa samgongu, hevði val verið nú.

 

Tað hevði hóvað Poul Michelsen væl, tí hann heldur, at hesir tríggir flokkarnir kundu samstarva um mong mál, samstundis sum tað er stórt álit ímillum okkum tríggjar flokkar.

 

Hann hugsar um ein nýggjan fiskivinnupolitikk og hann heldur eisini, at teir tríggir flokkarnir kundu fingið nakað av tjóðskaparmálum upp í aftur politikk.

 

Les eisini:

 

 

Kaj Leo: Positivt yvirraskaður

Jørgen: Ein løtumynd av tunnilsøði

Høgni: Fólk viðurkenna tað vit gera

Aksel: Vit gera okkurt rætt

Kári er ómetaliga fegin

Jenis: Løgmaður hevur ikki verið nóg vakin

Samgongan missir meirilutan