Poul útilokar ikki hægri bøtur

Í samrøðu við Rás 2 í dag og í grein í Sosialinum mánadagin førdi Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar kommunu, at hóast kommunan ynskti at hækka parkeringsbøturnar í kommununi, so noktaði løgtingið teimum tað.


Nú tykist tó, at Tórshavnar kommuna hevur funnið ein vin í Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri og formanni í Framsókn, ið hevur tveir tinglimir.
Í samrøðu við Rás 2 ásannar hann nevniliga, at bøturnar eru ov lágar sum nú er.


- Tað virkar fyri mær, at upphæddin á bótunum ikki hava tann forðandi tí ávirkan, ið tað átti at havt. Bøturnar skulu ikki vera við at fíggja nakað sum so, tað skal bara vera fyribyrgjandi soleiðis, at fólk hugsa seg eitt sindur betur um tá tey parkera.


Harumframt nevndi Elin Lindenskov møguleikan fyri, at ein gjaldskipan verður sett í verk fyri parkering í miðbýnum. Eisini tí uppskotinum er Poul Michelsen sinnaður at taka undir við.


- Tað virkar rætt og skilagott. Spurningurin er bara, um ein slík skipan loysir seg, tá hugsa verður um íløgur og viðlíkahald av teimum, og hvussu tað annars verður skipað. Men tú sært tað alla aðrastaðni, og hví tað ikki skuldi virka í Føroyum, dugi eg ikki at síggja, sigur Poul Michelsen við Rás2.


Hoyr alla samrøðuna við Poul Michelsen við at trýsta á pílin undir myndini.