Poul og Sóley byggja nýtt

Tað var hin 6. juni í ár, at eldur kom í sethúsini hjá Poul Klementsen á Sandi. Nú verða nýggj hús bygd á matrikkulnummarinum

Eldurin gjørdi feigdina um seg, og húsini fórust so illa, at tað ikki loysti seg at byggja tey uppaftur. Húsini, sum fórust í eldi, vórðu bygd í 1932, og hjúnini Poul og Sóley høvdu tá átt tey og búð í teimum í 30 ár.
Nú er lív í aftur, har húsini hjá Poul og Sóley stóðu.
- Vit eru í holt við at byggja heimið uppaftur á matrikkulnummarinum, og tað er timburmeistarin, Niels Johannus Tjaldrastein, sum stendur fyri arbeiðnum. Nýggju húsini eru stoypt upp, og vónandi kunnu tey standa innilokað, tá hesin mánaðurin er farin at halla.
- Búfermetratalið í nýggju húsunum verður 280. Húsini eru 160 fermetrar í tveimum hæddum, men burtur av fer plássið til bilhús. Hetta er ein spennandi verkætlan og so hvørt, sum arbeiðið gongur, verður gjørt av, hvussu alt kemur at síggja út.
Poul Klementsen væntar, at klárt verður at flyta inn í nýggju húsini í juni næsta ár - ella umleið eitt ár eftir, at gomlu húsini fóru upp í royk.