Ein dagin fyri nøkur og tredivu árum síðani, tá Hans Mortensen var á veg heim av uttanlandsferð, var mjørki í Vágum, og tí vendi flogfarið við og fór til Hetlands at bíða eftir betri floglíkindum. Hans gekk um hetta mundið og spældi sær við tankan um at opna eina handilsmiðsstøð í høvuðsstaðnum, men enn var langt á mál í so máta.
Í sama flogfari vóru býráðspolitikarar og embætismenn, og tað var júst hetta fólkaslagið, sum Hans noyddist at yvirtala, um tað skuldi eydnast honum at fremja eina so kollveltandi ætlan í verki, sum handilsmiðstøðin var um hetta mundið.
Ein sum minnist væl hesa tíðina, og sum stóð Hans Mortensen nær, er kendi vinnulívsmaðurin, politikarin og fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Poul Michelsen. Hann kom sjálvur ikki inn í býráðið fyrr enn í 1980, men um somu tíð sum Hans Mortensen legði stórar handilsligar ætlanir fyri dagin, hevði Poul Michelsen stovnað sína egnu heilsølu, við støði í sínu útbúgving sum heilsølumaður. Hetta var afturi í 1974.
- Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, so ringu floglíkindini í Vágum gjørdu, at Hans fekk stundir at lufta sínar tankar um handilsmiðstøðina við hesar politikarar og embætismenn, greiðir Poul Michelsen frá.
Løgdu lunnar við Zanzibar
Tað er ikki ov nógv sagt, at bæði Poul Michelsen og Hans Mortensen eru ítøkilig dømir um hugsjónarligar handilsmenn, sum hava havt stóra ávirkan á handilsliga og vinnuligu menning her á landi. Sambært Poul sjálvum, so hava teir líka frá ungum árum av givið hvør øðrum íblástur, og tað gera teir enn. Men helst man tað vera soleiðis, at teir báðir vilja vera høvdingar, har teir eru, og tí arbeiða teir best hvør sær.
- Eg kom nógv í heimið hjá Hans sum ungur og kendi hann tí væl. Vit báðir byrjaðu saman grillbarrina Zanzibar, sum lá í Sverrisgøtu, har Iglo garnahandilin liggur nú, greiðir Poul Michelsen frá.
Tað er ikki vanligt, at Poul verður settur í samband við SMS, men hann hevði so avgjørt ein fingur við í spælinum at fáa hesa kollveltandi verkætlanina stáplaða upp á beinini miðskeiðis í sjeytiárunum. Sigast kann, at hann var eitt slag av katalysator hjá Hans Mortensen, altso ein sum hjálpti til við at fáa ætlanina á glið, uttan sjálvur at vera so nógv blandaður upp í kortini. Men tó átti hann ein lítlan lut í felagnum.
- Hans brúkti meg til at testa sínar ætlanir, og av og á var eg við Hans á fundum við fíggjarmyndugleikar og býráðspolitikkarar. Sjálvt um eg var lítil parthavari í ætlanini, var tað ongantíð meiningin, at eg skuldi eiga nakran avgerandi lut í SMS. Eg hevði sjálvur ríkiligt av avbjóðingum við at leggja lunnar undir mína egnu nýstovnaðu fyritøku, greiðir Poul Michelsen frá.
Poul minnist, at tað vóru langt frá øll, sum vóru líka glað fyri, at ein handilsrisi skuldi festa røtur, og mótstøðan var hørð bæði frá verandi handilsmonnum og fleiri politikarum.
- Ja, mótstøðan var stór, og tað var onki at siga til. Tað “etableraða” handilslívið, sum trokaðist niðri í miðbýnum, hevði tað sera trupult og føldi SMS sum eina drepandi hóttan. Í fyrsta umfari var roynt at forkoma ætlanini politiskt. Men býráðið, sum um hetta mundi dugdi at síggja, at um ikki ferðslan og trýstið í miðbýðnum minkaði, so kvaldist miðbýurin í sær sjálvum. Býráðið tók tí undir við, at ein sølumiðstøð kundi fáa grundøki á Trapputrøðni. Ein røtt og djørv avgerð, sum tó ikki var einmælt, og ósemjan innan býráðsins gátt átti ríkligt av plássi í pressuni um hetta mundi, greiðir Poul Michelsen frá.
Fólk meiri búgvin í dag
Poul Michelsen heldur, at SMS er størsta handilsliga framtak í Føroya søgu. Men ein nýggj kollveltandi ætlan, sum nevnist Stóratjørn, fer í gongd í næstum. Heldur hann, at hendan ætlanin á nakran hátt kann samanberast við SMS á sinni?
- Stóratjørn er eitt stór ætlan og kann væl samanberast við tað, SMS gjørdi á sinni. Munurin er bara nú, at øll eru meira búgvin til at taka ímóti eini slíkari ætlan. Býráðsmyndugleikin er við, fíggjarstovnar eru við, fólkið sær út til at vera við, øll bíða við spenningi eftir, hvussu Stóratjørn ferð at taka seg út.
- Ongin ivi er tó í mínum hugaheimi um, at “etbleraða” handilslívið aftur hevur fingið nakað at hugsa um. Hetta er eina stór avbjóðing. Eins og tá, hugsi eg at handilsfólk spyrja seg sjálv: 1) skulu vit fara niðan á Stórutjørn við handli okkara?, 2) skulu vit vera eftir niðri í býnum?, 3) ella skulu vit vera í báðum støðum?, hugleiðir Poul Michelsen.
Hann ivast ikki í, at Stóratjørn er ein spennandi ætlan, og hon kemur at hava stórar broytingar við sær í øllum handilsslívi í Føroyum. Og eins og við SMS kemur hon at gagna brúkaranum.
- Eg ivist ikki í, at um handilsfólk er dugnalig, framsíggin og fús til kappingina, so fáa vit eitt enn betri og meira spennandi handilslív í Havn og í øllum Føroyum við, til gagns fyri føroyska brúkarin, sigur Poul Michelsen at enda í samrøðu við Sosialin.









