Poul Michelsen nýggur finskur konsul

Fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Poul Michelsen, er settur sum nýggjur finskur generalkonsul í Føroyum. Hann metir hetta at vera eitt spennandi starv, har hann frammanundan er óroyndur

 

? Tað fyrsta eg fór undir at gera sum finskur konsul var at fáa upplýsingarnar, um at nýggjur konsul varð settur, út til øll tey, ið hava samskifti við konsulatið, sigur Poul Michelsen, ið nú er farin undir enn ein nýggjan tátt í lívi sínum.

Tað gamla finska konsulatið varð í 1999 skift út við eitt nýtt generalkonsulat ella aðalkonsulat, sum varð sett á stovn í Føroyum. Hetta var gjørt fyri at betra um sambandið landanna millum.

Gamli konsulin var Thorolf Björklund, og hann hevur sitið síðan fyrst í sjeytiárunum. Nú er hann farin frá vegna aldur, og Poul Michelsen er settur ístaðin.


Nýggj avbjóðing

? Eg havi havt eitt litríkt lív, og starvið sum finskur aðalkonsul er enn ein litur lagdur afturat, sigur Poul um nýggja heitið.

Hann hevur havt samband við føroyskar myndugleikar ígjøgnum tær móttøkur, sum hava verið, og aðalkonsulatið hevur eisini fingið upplýsandi tilfar, sum nú er tøkt. Nú Poul hevur verið finskur konsul í nakrar vikur, hevur hann eisini funnið sær ein at hjálpa til, tá konsulin er burturstaddur. Soleiðis er altíð onkur at hitta, um finnar hava trupulleikar í Føroyum. Konsulin skal jú vera tilreiðar at hjálpa, um finnar koma hóslag við løgregluna í Føroyum, ella teir hava brúk fyri sjúkrahjálp o.t.

Poul ásannar, at hetta er nýtt fyri hann, og tí kennir hann ikki allar mannagongdirnar enn. Hann væntar, at tað verður serliga nógv at gera um summarið, tá finsk ferðafólk finna leiðina til Føroyar. Um veturin verður ikki eins nógv at taka til í hesum sambandi.

Nýggi konsulin sær tað sum sína uppgávu at betra samstarvið millum Finnland og Føroyar.

? Ikki minst skulu vit styrkja sambandið á tí mentanarliga økinum. Tann fyrsta umsóknin er eisini komin. Tað eru nøkur listafólk, sum skulu til Finnland, og vit royna at knýta nøkur sambond fyri tey. Aðalkonsulatið er eitt bindilið, sum skal virka bæði inneftir og úteftir.


Ongar royndir

? Tað er nakað serligt at vera finskur konsul, tí Finnland hevur altíð verið eitt sindur uttanfyri í tí norðurlendska samstarvinum. Ein orsøk er tann málsliga forðingin, og Finnland liggur ikki so væl fyri landafrøðiliga í mun til hini norðurlondini. Hetta er eitt øki, ið er eitt nýtt øki fyri mær, og tí gleði eg meg at fara undir tað.

Poul Michelsen sær tað sum sína uppgávu at fáa Finnland meira við í norðurlendska samstarvið. Tí skal sambandið millum londini vera tættari. Tað heldur hann eisini, at sendistovan í Keypmannahavn er sinnað fyri.

? Starvið sum finskur aðalkonsul er ein heiður fyri meg, og eg metti tað sum mína samfelagsskyldu at játta, nú tá eg varð spurdur um tað, sigur Poul Michelsen at enda.