Formaðurin í Framsókn er misnøgdur við, at flokkur hansara ikki er boðin við til sending í útvarpinum hjá Kringvarpinum í dag, har floksformenn seta fokus á nøkur av stóru politisku málunum í 2011. Sendingin er á skránni í dag klokkan 13:02.
Júst í 2011 er ein nýggjur flokkur stovnaður, sum frá byrjan hevur fingið óvæntaða stóra undirtøku. Og júst vegna nakrar øðrvísi áskoðanir á »nøkur av stóru politisku málunum« er flokkurin farin til verka í brátt farna ári. Tað er kanska ikki ov nógv sagt, at ein tílíkur nýggjur flokkur í sjálvum sær er eitt av stóru politisku málunum, sigur Poul Michelsen.
Hann vísir á, at Framsókn hevur frá fysta degi markerað seg við sjálvstøðugum og tíðarhóskandi uppskotum um, hvussu tey stóru málini eiga at verða loyst, og hvussu samfelagsgongdin eigur at verða broytt.
Flokkurin hevur eisini í løgtinginum borið fram tey sjónarmiðini, sum seinastu tíðina hava givið tey størstu afturljóðini. Vit hava nágreiniliga viðgjørt flatskattin og skattingina av pensiónunum. Vit hava lagt doyin á umskipingar av føroyska samfelagnum. Vit hava okkara egnu sjálvstøðugu sjónarmið um, hvussu høvuðsvinnan eigur at verða fyrisitin politiskt. Vit hava lagt nógv størri dent enn onnur á persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsið. Framsókn hevur snøgt sagt sín egna identitet og rekur sín egna sjálvstøðuga andstøðupolitikk, sigur Poul Michelsen.
Tað undrar okkum tí sera nógv, at tað enn einaferð bert snýr seg um hjá Kringvarpinum at hoyra sjónarmiðini hjá teimum somu flokkunum, bert tí at teir eru størstir, heldur enn at fáa so nógvar ymsar áskoðanir og dimensiónir, sum tilber, inn í tað lívsneyðuga orðaskiftið um okkara samfelag. Hvussu sampakkar hetta við hugtakið public service? Merkir hetta hugtakið bara meira av tí sama, spyr Poul Michelsen.