Tað sær ikki matari út, enn at heilsølan hjá Poul Michelsen hevur fingið nýggjan hatt ? og tað hevur faktiskt fingið. Í gjár var stóri skipasmiðjukranin í ferð við at hiva eina nýggja yvirtrom oman á bygningin - Vit eru í ferð við at gera nýggjar skrivstovur á triðju hædd, sigur Poul Michelsen.
Nýggja yvirtromin er bygd í túninum og hivað upp á bygningin í heilum líki. Hon er 110 fermetrar til støddar og vigar umleið átta tons.










