Poul Michelsen fær finskt heiðurstekn

Hann hevur styrkt sambandið ímillum Føroyar og Finnland


Finski heiðurs-aðalkonsulin í Føroyum, Poul Michelsen, hevur nú finskið fingið finska heiðursmerkið, Kommendörstecken av Finlands Lejon.

 

Á Facebook stendur at lesa, at tað er finski forsetin, Sauli Niinistö, ið hevur tillutað Poul Michelen hendan heiður, sum finska sendikonan í Danmark, Ann-Marie Nyroos nú hevur handað honum.

Poul Michelsen hevur verið heiðurs-aðalkonsul fyri Finland síðan 2001.

 

Í røðu síni takkaði Sauli Niinistö Poul Michelsen fyri drúgt samstarv og at hann hevur ment finsk áhugamál innan handil og mentan og at hann hevur styrkt sambandið ímillum Føroyar og Finnland.

Hon nevndi í hesum sambandið, virksemið hjá Poul Michelsen sum handilsmaður og politikari í Tórshavnar Býráð og í Løgtingi.

 

Tað mesta samstarvið ímillum Finland og Føroyar hevur mestan mun verið í Norðurlandaráðnum og í Ráðharranevndini fyri Norðurlond.

Men tað er eisini eitt fólksligt samstarv, tí longu í 1975 varð vinafelagið Tjaldur sett á stovn og tað hevur nú einar 300 limir.

 

Me neisini ótrótturin hevur verið við til at knýta londini saman og áhugin hjá finnlendingum fyri Føroyum sum ferðamáli er esini veksandi.