– Eg føli meg púra tryggan við tað, sum hendir. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, nú hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at selja Posta til hægstbjóðandi. Tá ið Løgtingið umrøddi málið var hann fyri atfinningum, tí løgtingslimir halda, at hann viðger almenn partafeløg ymisk.
Løgtingslimir vísa nevniliga á, at samstundis sum at Poul Michelsen við selja Posta tí at felagið hevur trokað seg inn á virkisøkið hjá privatum flutningsfeløgum, góðtekur hann hinvegin, at eitt annað alment partafelag, nevniliga Atlantsflog, byggir hotell í Havn, sum er beinleiðis í kapping við privatu ferðavinnuna.
Poul Michelsen sigur, at hann hevur verið í samskifti við Posta, og at tað er nevndin í Posta, sum tekur undir við, at Posta verður selt á privatar hendur.
Hann vísir eisini á, at tað er leiðslan í Posta, sum sjálv hevur snikkað ætlanina um søluna til og tey taka undir við, at tað verður gjørt soleiðis, sum hann hevur skotið upp og orsøkin til tað er, at Posta hevur flutt seg so langt inn á virkisøki hjá privatu vinnuni, og tí halda tey, at Posta eigur eisini at vera privat.
Hinvegin vísir hann eisini á, at tað er leiðslan í Atlantsflogi, sum sjálv hevur gjørt av at fara undir hotellvirksemi fyri at styrkja sína støðu í ferðavinnuni.
Og so spyr hann um Løgtingslimir um teir hava gjørt sær greitt, hví vit hava skipað feløgini í partafeløg. Sjálvur heldur hann ikki, at tað er fyri at landsstýrismaðurin skal blanda seg upp í hvørjar einstakar avgerðir, leiðslan í partafelagnum tekur.
Men hann heldur samstundis, at tað er heldur ikki óhugsandi, at Atlantsflog, sum frálíður, flytir seg so langt inn á virkisøki hjá privatum, at avgerð verður tikin um at selja tað, akkurát sum støðan er er við Posta nú.
– Eg føli meg púra tryggan við tað, sum hendir í báðum feløgunum, bæði í Posta og í Atlantsflogi, leggur landsstýrismaðurin afturat.