Tá løgtingið verður sett næsta leygardag, skal elsti persónur á tingi seta tingið. Tað merkir, at Poul Michelsen, sum er 67 ár, skal seta Løgtingið.
Tað stendur í tingskipanini, at elsta fólk á tingi á aldri, aldursformaðurin, tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og heitir á fimm vald at kanna valbrøvini.
Tá tey hava kannað valbrøvini, skulu tey í felag kanna útskriftirnar í úr gerðabók valnevndarinna, klagur um valið, at tey valdu eru myndug, hava danskan ríkisborgaraskap og eru heimahoyrandi í Føroyum, um nakar valdur ikki lýkur treytirnar í stýrisskipanarlógini § 4, stk.1, tí at hann er revsaður fyri gerð, sum nevnd er í stk. 2 og 3 í somu grein,
Tilmæli um góðkenning av valbrøvunum og um góðkenning av valúrslitunum verða munnliga løgd fyri tingið. Tingið tekur tá avgerð bæði um góðkenning av valbrøvunum og um góðkenning av valúrslitunum á sama fundi, sum uppskotini eru løgd fram. Atkvøtt verður fyri og ímóti.
Tá valbrøv teirra valdu eru góðkend við atkvøðugreiðslu, eru tey formliga løgtingsmenn og hava allar tær heimildir og øll rættindi, sum stýrisskipanarlógin veitir teimum.
Aldursformaðurin krevur nú av hvørjum løgtingsmanni, at hann við trú og heiður skrivar undir váttan, hvørji álitsstørv, sum nevnd eru í stýrisskipanarlógini § 8, hann hevur, og at hann játtar, at hann leggur nú hesi álitsstørv frá sær.
Aldursformaðurin lýsir nú Løgtingið at vera sett.
Løgtingið velur løgtingsformann og tríggjar næstformenn.
Tá løgtingið varð sett eftir løgtingsvalið í 2008, var tað Heini O. Heinesen úr Tjóðveldi, sum var aldursformaður.