Heilsølan hjá Pouli Michelsen byggir í hesum døgum út. Og hetta er ikki hissini útbygging. Talan er nærum um eina tvífaldan av tí fermetratali, sum fyritøkan í løtuni hevur at arbeiða undir.
Hósdagin vórðu nýggju bygningarnir reistir, og teir eru 1.500 fermetrar til støddar. Heilsølan fer eftir útbyggingina at hava 3.300 fermetrar til goymslu-, framleiðslu- og skrivstovuhøli.
Nýbyggingin umfatar eina frystigoymslu, ið er 2.500 rúmmetrar til støddar. Harumframt er ein nýggj køligoymsla, sum er 400 rúmmetrar. Eisini fær heilsølan eina størri turrgoymslu til 900 plattar og 360 fermetrar til parkeringskjallara.
P/F Poul Michelsen sigur í tíðindaskrivi, at høvuðsorsøkin til útbyggingina er økt virksemi seinastu árini. Men fyritøkan vil eisini lúka øll heilsufrøðilig krøv, sum matvørulógin krevur og fer at krevja av øllum, ið fáast við handil og flutning av matvørum í framtíðini.
Við nýggju bygningunum kann fyritøkan eisini veita viðskiftafólki eina betri tænastu.