Poul Michelsen boðin upp í Tjóðveldi

- Sjónarmiðini hjá Poul Michelsen liggja nær Tjóðveldi, og vit hava havt gott samstarv. Tí havi eg sagt við hann, at hann er vælkomin upp í Tjóðveldi, sigur Høgni Hoydal. Onkur hevur kallað Poul Michelsen fyri tjóðveldismannin í Fólkaflokkin, og nú Poul Michelsen er farin úr Fólkaflokkinum, er Tjóðveldi í øllum førum til reiðar at taka ímóti roynda politikarunum.

- Poul Michelsen kunnaði í dag floksformenninar um sína avgerð um at fara úr Fólkaflokkinum, og eg segði við hann, at hann er vælkomin upp í Tjóðveldi, sigur Høgni Hoydal, sum er formaður í Tjóðveldi.

- Sjónarmiðini hjá Poul Michelsen liggja nær Tjóðveldi, og vit hava havt gott samstarv við hann, hóast munur helst er á onkrum politiskum økjum. Tí skal hann verða vælkomin í Tjóðveldi, sigur Høgni Hoydal.