Tað eru framvegis eldri borgarar í Havn, sum hava gingið í skúla hjá Poul Jensen. Ein teirra er Johan Norðfoss. Hann minnist, at ein lúsingur frá Poul Jensen varð ikki gloymdur í bræði. Men hinvegin lærdu tey danskt til lítar, og tað er hann takksamur fyri.
Poul Johannes Jensen varð føddur 4. juli 1868 í Puntabyrgi í Trongisvági. Foreldrini vóru Peter Jensen og Anne Cathrine f. Petersen, bæði úr Trongisvági. Pápin gekk burtur við Bellu undir Íslandi í 1882. Tá fórst eisini beiggi Poul, Petur Albert, 22 ára gamal, og hálvbeiggi hansara 23 ára gamli Jens Jákup Petersen. Mamman sat einkja í mong ár. Seinastu árini búðu hon hjá Poul í Havn, og tey eru eisini jarðað lið um lið.
Aftaná próvtøkuna á læraraskúlanum í Havn 1890 var Poul lærari í Hvalvík, Hósvík og Saksun. Fór so til Danmarkar, har hann tók sløjdlæraraprógv í 1893 og læraraprógv á Vesterbro Seminarium í 1895. Hann var lærari í Keypmannahavn 1895-96. Kom til Føroya og gjørdist lærari á privatskúla á Tvøroyri 1896-97.
40 ár lærari í Havn
Poul gjørdist 2. januar 1897 annarlærari við Tórshavnar Kommunuskúla, 1904 fyrstilærari og í 1922 yvirlærari. Hann varð eisini umsjónarmaður við føroysku bygdaskúlarnar í 1904. Var eisini lærari við læraraskúlan í Havn í 1898.
Poul gjørdist riddari av Dannebrog undir kongavitjanini í 1921. Hann fór 70 ára gamal frá við eftirløn, men eftir áheitan virkaði hann fram til 1. marts 1939, tá ið eftirmaður hansara Zacharias Sørensen tók við.
Poul giftist 25. november 1897 við Pouline f. Johansen, f. 20. marts 1870, dóttir Elieser Johansen, handilsstjóra og Súsanna Irenu Jacobsdatter úr Havn. Hon var tískil systir kenda handilsmannin Karl á Lag.
Jutta ferðaðist hjá ommubeiggjanum
Poul Jensen var ommubeiggi Juttu Mortensen, ættað av Tvøroyri, búsitandi í Havn. Sum smágenta plagdi hon at fara til Havnar at ferðast til ommubeiggjan. Millum annað kom hon seks ára gomul á ólavsøku. Serliga minnist Jutta gott til konuna Poulinu. Hon var eitt framúr stásfólk. Tær báðar plagdu at fara í býin saman. Poul búði í yvirlærarahúsinium á Skálatrøð, og tey høvdu eisini trøð og kúgv.
Poul og Poulina fingu trý børn. Eliesar doyði fýra ára gamal í 1905. Arnold var bankamaður og búði niðri. Hann var giftur og átti ein son Poul, sum eitt skifti var lærari í Føroyum. Men hann var veikligur og doyði ógiftur í góðum árum.
Irena var lærari og búsettist í Danmark. Hon var ógift, og tískil eru eingir eftirkomarar eftir Poul og Poulinu. Myndirnar til hesa grein eigur Jutta.
Poul Jensen royndi, tað hann kundi, at fáa bøtt um skúlaviðurskiftini í Havn. Eitt tað seinasta brævið, ið hann sum fyrstilærari og lærararáðsformaður skrivaði til býráðið við áheitan um ábøtur var í oktober 1934. Her biður hann millum annað um at fáa telefon í skúlan. Realskúlin hevði fingið telefon longu í 1908. Men tað var nýbygging, ið stóð hjarta hansara nærmast og brævið endaði við hesum skilaorðum, at “det er Folkets Børn, ogsaa Bærerne af det kommende Thorshavn, der skal nyde godt af Forbedringin. At disse Forbedringer koster Penge er vi vel vidende om, men naar man ser, hvor billigt, der bygges for Tiden, maa pengene til et saa vigtigt Foretagende kunde skaffes til Veje.”
Sum ofta er gekk alt sera spakuliga, og tað var heldur ikki fyrr enn í 1956, at nýggjur kommunuskúli kom í Havn.
Kravdi tað sama av sær sjálvum sum av øðrum
Zacharias Sørensen skrivaði millum annað í minningarorðum um Poul Jensen:
Hóast tvey ár eru liðin, síðan hann mátti fara úr starvi sínum vegna aldur, var hann ikki merktur av elli. Hann var eins og fyrr ferðamikil, fryntligur, skemtingarsamur og fúsur til verka. Fyri einum fjúrtan døgum síðani bar hann seg ikki undan, tá ið hitt almenna sendi boð eftir honum at gerast formaður í Priskontrolraadet.
Leygardagin 9. november (1940) kl. 2 fór hann heiman frá. Eitt korter seinni, tá ið hann kom inn á skrivstovuna í Priskontrolrådet, fell hann um, deyður av hjartaslag.
Hann var annars ein sera heilsugóður maður. Men fyri mongum árum síðani var hann ógvuliga sjúkur av giktfepri. Men Poul Jensen hevur ikki verið burtur frá skúlaarbeiði vegna sjúku síðan tá, og nú var tað helst tann sjúkan, sum var orsøkin til hansara brádeyða.
Hann kravdi nógv av sær sjálvum, og hann kravdi av næmingum sínum, at teir gjørdu tað, sum teimum varð ásett. Ivaleyst eru tey mong, sum kunnu takka Poul fyri, at hann vildi læra tey at gera sína plikt.
Hann var trúgvur í arbeiði sínum. Tíðin skuldi passast. Hann kundi krevja tað av øðrum, tí sjálvur møtti hann altíð stundisliga.
Poul kravdi bæði av sær sjálvum og av øðrum, at alt arbeiði skuldi vera væl úr hondum greitt. Í heila tikið toldi hann ikki óskil.
Hesir eginleikar hansara, sum eru so tørvandi fyri øll skúlafólk, gjørdu, at hann fekk sera gott úrslit burtur úr arbeiðinum.
Tá ið Poul Jensen fór frá sum lærari, var hann saman við konu og lærarafólkunum við kommunuskúlan boðin til veitslu saman við býráðnum, har fleiri talur vóru hildnar, millum annað av býráðsformanninum, sum takkaði honum fyri hansara ídna og samvitskufulla arbeiði við skúlan í yvir fjøruti ár. Har vóru eisini hildnar talur av lærarafólkum, sum takkaðu fyri gott samarbeiði.
Poul Jensen var í mong ár limur av Tórshavnar verjuráð og heilsubótarnevnd. Eisini var hann løgtingsvaldur grannskoðari hjá Føroya Sparikassa.
Harafturat var hann deknur í Havnar kirkju 30-40 ár, og øll hesi almennu størv røkti hann við sama trúskapi sum skúlaarbeiðið.
Tað vóru aðrir suðringar enn Mortensen
Petur Alberg greiðir í síni dagbók fyri 1901 frá ein útferð hjá suðringum í Havn. Um kvøldið var veitsla fyri gestunum. Her vóru røður hildnar, sum fyri tað mesta vóru um gamla Mortensen, “der blev prist saa forfærdeligt.” Men tá tók Poul Jensen orðið og segði, at tað vóru eisini aðrir suðringar, sum ikki máttu gloymast! Hetta bendir á, at Poul hevði víðari sjónarring enn onnur.