Poul Ingason eykamálverji í steypafinaluni

HB hevur ongan eykamálverja til steypafinaluna móti Víkingi

HB er komið í trupulleikar undan finaluni í kappingini um Løgmanssteypið móti Víkingi. Teir hava ongan eykamálverja til dystin. Venjarin hevur tí heitt á útispælaran og framherjan, Poul Ingason, um at verða til reiðar at fara í málið, um Teitur M. Gestsson verður skaddur ella útvístur.

 

- Poul Ingason verður eykamálverji. Vit hava roynt at leiga ein málverja, men av tí at Thomas Kundsen ikki er skaddur, men flutti av landinum, so sleppa vit ikki at leiga, sigur Heðin Askham, venjari hjá HB.

 

Flytingarvindeygað er latið aftur og tí kunnu spælarar ikki skifta felag. Tó er møguligt at leiga málverja um felagið kann prógva, at teirra málverjar eru skaddir og ongin kann taka við.

 

- Vit hava havt Trónd Vatnhamar á bonkinum, men vit sleppa ikki at leingja leigusáttmálan við hann, greiðir Heðin Askham frá.

 

Hóast hann er eykamálverji til steypafinaluna, so venur hann sum útispælari.

Rás2 sigur beinleiðis frá finaluni í kappingini um Løgmanssteypið