Poul ger Føroyum fyri skommum

- Í dag hevur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum, Poul Michelsen, gjørt Føroyum fyri skommum, sigur formaður Sambandsfloksins

 

- Í dag hevur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum, Poul Michelsen, gjørt Føroyum fyri skommum. Tað heldur formaður Sambandsfloksins, Báður Nielsen, sum í kvøld hevur sent Miðlahúsinum nakrar viðmerkingar.

 

Báður Nielsen sigur, at tá landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum er sintur inn á danskar politikarar, skrivar hann sonevndar kronikkir ella tíðargreinar í Sosialinum. "Tíðargreinin” í Sosialinum skuldi helst vera okkurt slag av priki til danska uttanríkisráðharran, Anders Samuelsen.

 

- Poul Michelsen vil jú ikki góðtaka, at uttanríkispolitiska heimildarlógin, sum er samtykt av Føroya løgtingi, setur mørk, hóast Føroyar hava framúr víðar heimildir á uttanríkisøkjum, ið viðvíkja Føroyum. Helst er farið út um mark í einum altjóða sáttmála, sum landsstýrismaðurin nú velur at kalla ”yvirlýsing”.

 

Formaður Sambandsfloksins sigur, at fornermilsið, sum hann kallar tað, hjá landsstýrismanninum í dag gjørdi Føroyum fyri skommum á ráðstevnuni um arktis, ið nevndist: International High-Level Conference “The SDGs in the Arctic: Local and Global Perspectives”.

 

- Landsstýrismaðurin vildi ikki møta á ráðstevnuni, sum Føroyar, Grønland og Danmark skipaðu fyri í Keypmannahavn um arktisk áhugamál hjá teimum trimum londunum. At áhugin fyri arktis er stórur, sást á luttøkuni. Nógvar av heimsins tjóðum luttóku og vóru forvitnar eftir at frætta um áhugamál Føroya í arktis.

 

Báður Nielsen vísir á, at tjóðirnar – umframt umboð fyri ST – fingu tó einki at vita, tí okkara landsstýrismaður vildi ikki møta. Hann boykottaði ráðstevnuna, og tað kann als ikki góðtakast.

 

- Landsstýrið umboðaði ikki Føroyar á ráðstevnuni, og tað líkist ongum. Landsstýrið – og serliga landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum – má nú taka seg saman, og røkja landsins áhugamál, sigur formaður Sambandsfloksins í kvøld.