Tað er italiumaðurin Giovanni Francesco Nonne, ið hevur evnað bringumyndina til úr gipsi. Arnfinnur Bjarkhamar tók stig til at keypa og fáa myndina til Sumbiar, har hon skal standa á bókasavninum í skúlanum.
Poul F. vaks upp í Sumba, men sítt vaksna lív búði hann í Froðba, tó hann ongantíð segði seg gloyma heimbygdina.
Á samkomuni savnaðust nógv fólk og tað var sonur Poul F, Johannus Joensen, ið tók dúkin av bringumyndini.
Trygvi Thomsen og Danjal Johan Lisberg hugleiddu um skaldið og Hanus G. Johansen sang løg, ið hann hevur sett til yrkingar hjá Poul F.
Sumbingar og tey samankomnu kvóðu sínaði tvey kvæði, ið Poul yrkti, og síðani var kaffi á skránni.