Poul Michelsen, løgtingsmaður, er fyri, at Føroyar taka ímóti flóttafólkum.
- Eg haldi, at vit sum land og tjóð eiga at taka okkara ábygd á hesum øki. Vit hoyra til tann partin av heiminum, sum má sigast at liva í vælferð, og tí teljast vit eisini millum tey lond, sum hava møguleikar at hjálpa fólki í neyð.
Løgtingsmaðurin ásannar tó, at Føroyar eru ikki væl fyri at taka ímóti flóttafólkum.
- Ongar fyrireikingar eru gjørdar, mett er ikki um avleiðingar, málsøkið er ikki føroyskt, eingin lóggáva er á økinum, og av somu orsøk hava vit heldur ikki viðurkent ST-sáttmálan, sum er ein fyritreyt fyri at taka flóttar til Føroya.
Poul Michelsen sigur, at tað týdningarmesta í hesum er, at vit hava eina lóggávu, og at vit meta um, hvørjar og hvussu nógvar flóttar vit kunnu hýsa.
- Eg haldi tað vera ógvuliga avgerandi, at vit í eini slíkari lóg kunnu tryggja, at vit bæði kunnu veita hjálp á staðnum, har flóttarnir eru - ella, at vit kunnu hjálpa teimum her í Føroyum, um tað er besta loysnin.
Løgtingsmaðurin sigur, at hann tekur ikki undir við, at flóttar koma til Føroya undir danskari lóggávu.
- Danska lóggávan setir heilt onnur krøv til flóttar enn tey, sum vit mest sannlíkt koma at gera í Føroyum fyri, at ein flótti kann limast inn í samfelagið so leingi, viðkomandi er her, sigur Poul Michelsen.